Góð ráð í seinastu løtu
Umsóknarfreistin til stuðul úr Granskingargrunninum í 2013 er í morgin á middegi. Vit fáa nógvar ymiskarspurningar í seinastu løtu, fleiri av praktiskum slag. Niðanfyri eru nøkur góð ráðog svar uppá afturvendandi spurningar.
Dømi um fíggjarætlan
Vit hava gjørt eitt dømi um fíggjarætlan, sum ber til at rætta til við egnumtølum. Skjalið liggur her: http://www.gransking.fo/get.file?ID=10068 Minst til, at øll lønartøl skulu fylgjaalmennu sáttmálunum, løn til ph.d. verður bert latin til stig 1 hjá AKF øll trýárini.
Kravd fylgiskjøl
Allar umsóknir skulu skrivast á umsóknarblað, sum liggur á hesi síðuni: http://www.gransking.fo/Default.aspx?pageid=2372
Harafturat skulu ein røð av fylgiskjølum fylgja við, fyri at umsóknin kannverða viðgjørd. Hesi standa nevnd í vegleiðingini (teigur 14). Vegleiðingin liggur á somu síðu.
EITT pdf skjal
Øll skjøl í umsóknini skulu savnast í eitt pdf skjal. Lættasta er at konverterahvørt skjal til pdf, goyma øll skjølini í einari mappu á telduni í rættariraðfylgju t.d. við at kalla tey 1. Umsóknarblað, 2. Tíðarætlan, 3. Fíggjarætlano.s.fr., og síðani savna øll skjølini til eitt skjal. Hevur tú ikki forrit tilhetta á telduni, ber til at brúka ókeypis tænastuna www.pdfmerge.com
Kl. 12.00 føroyska tíð
Umsóknin skal vera okkum í hendi umvegis gransking@gransking.foí seinasta lagi á middegi, altso kl. 12.00 fríggjadagin 15. februar 2013,føroyska tíð. Av royndum hjá umsøkjarum undanfarin ár mæla vit øllum til atsenda okkum umsóknina í seinasta lagi kl. 11, so tíð er at fáa boð frá sær um tekniskir trupulleikar koma í.
Snarhjálp
Er eitthvørt ivamál í sambandi við umsóknina ber til at ringja til okkara á 567800. Er upptikið, send so eini sms boðella ein teldupost til gransking@gransking.fo,so kunnu vit ringja aftur.
Góðan arbeiðshug :)