Glitran í ionosferuni ávirkar fylgisveinamátingar
Gethin Wyn Roberts hevur skrivað grein um ávirkanina frá ionosferiskari glitran á GNSS mátingar. Greinin kallast "Temporal characteristics of triple frequency GNSS scintillation during a visible aurora borealis event over the Faroe Islands amid a period of very low solar activity". Hon er almannakunngjørd í tíðarritinum GPS Solutions og kann lesast her
Ionosferisk glitran kemur av lummum við løddum plasma, sum hava við sær skjótar broytingar í samansetingini av nøkrum pørtum av ionosferuni. Hesar kunnu elva til norðlýsi og eisini ávirka elektromagnetisk signal. Ionosferisk glitran elvir til óljóð í GNSS mátingunum og ávirkar við hesum staðsetingarneyvleikan ella møguleikan hjá móttakaranum at spora data.
Granskararnir kannaðu eginleikarnar hjá GNSS glitran á vanligar GNSS móttakarar (Trimble NETR9) meðan norðlýsi tann 7. oktober í 2018 bleiktraði yvir Føroyum í ein hálvan tíma.
Hendingin verður ávirkað av styrkini av sólargeisling, og er sterkari við pólarnar og ekvator. Styrkin broytist í eini 11 ára ringrás og er í løtuni á lægsta stigi ella ‘solar-min’.
Granskingin vísir, at í mátaða tíðarskeiðinum uppá 30 minuttir vóru GNSS signalini ávirkaði og staðsetingarnar kundu vera upp til ein metur skeivar. Vanliga er neyvleikin innanfyri sentimetrar. Um á leið 5 ár verður sólargeiðslingin á hægsta stigi, á ‘solar-max’, og tá fara slíkar hendingar at vera meira vanligar, og koma at órógva elektromagnetisk signal av ymsum slag, ikki bara GNSS.
Kanningin vísir, hvussu tað kann bera til at finna frávik við ítøkiligum hættum at greina data. Hon vísir eisini, hvussu data frá einstøkum fylgisveinum kann vera brúk til at kortleggja vavi á einstøku plasma økjunum. Fyri GNSS kann hendan vitanin vera brúkt til at eyðmerkja fylgisveinar, sum máta skeivt, og síðani lata vera við at brúka teir í staðsetingum. Hon kann eisini verða brúkt til at stuðla øðrum elektromagnetiskum signalum í at finna aktuella ionosferiska glitran.
Mynd: Bjartur Vest