Gestagranskari í Kroatia
Í Kroatia lýsa tey nú við sokallaðum mobilitetsstuðli til royndar granskarar (granskarar við minst fýra ára royndum ella granskarar við ph.d.). Møguleiki er at søkja um fíggjarligan stuðul til at granska á einum Kroatiskum stovni í millum 12 til 24 mðr. Søkjast kann innan øll vísindalig øki.
Umsóknarfreist er 18. september og 31. desember.
Nærri kunning á hesi heimasíðuni: http://www.newfelpro.hr/default.aspx?id=63
Tú kanst eisini seta teg í samband við John D. Olsen á granskingarráðnum fyri at hoyra nærri um skipanina: john@gransking.fo ella +298 567802