Fútaklettur.PNG
Skriva út
Lagt út: 14.08.2018

Fyrstu vinnu ph.d.-verkætlanirnar fingið stuðul

Granskingarnevndin hevur játtað stuðul til tvær vinnu ph.d.-verkætlanir, eina mió. kr. til hvørja verkætlan.

Onnur verkætlanin kallast “Kanningar eftir møguligum grundvatni í økinum á Fútakletti á Vágoynni til smolt-aling á landi”. Partarnir í verkætlanini eru Malan Ellefsen, jarðfrøðingur, Hiddenfjord og DTU Environment.  Eisini verður samstarvað við Náttúruvísindadeildina á Setrinum og aðrar partar í Føroyum.

Hin verkætlanin kallast “Útvinnan av alduorku við Føroyar”. Partarnir í verkætlanini eru Bárður Joensen, sivilverkfrøðingur, LBF og DTU Mechanical Engineering. Eisini verður samstarvað við SEV, Náttúruvísindadeildina á Setrinum og aðrar partar í Føroyum.

Grundin undir skipanini er frá vinnuni

Hetta er fyrsta royndin í Føroyum við oyramerktum stuðli til vinnu ph.d.-verkætlanir. Nógv hevur verið sagt og skrivað um slíka skipan frá almennari síðu, men higartil hevur peningur ikki verið játtaður á fíggjarlógini til endamálið.

Tá nevndin fyri Minningargrunnin fyri Dánjal Niclasen gjørdi av at avtaka grunnin og lata Granskingarráðnum peningin, gjørdi Granskingarnevndin av at royna vinnu ph.d.-skipan í Føroyum við hesum pengum.

Lýst varð á fyrsta sinni í 2017, men tá var ikki mett, at innkomnu umsóknirnar luku treytirnar. Farið varð undir eina kunningarferð við almennum kunningarfundum og fundum beinleiðis við nógvar fyritøkur í desember 2017 og januar 2018. Umsóknarfreist var í tveimum stigum, fyrra umfar 15. mars, har 3 umsóknir komu inn. Hesar vóru allar mettar skikkaðar og bjóðaðar víðari til annað umfar. Tvær av hesum umsóknum fingu freist til 15. juni, meðan triðja umsóknin fekk freist til 1. september.

Umsóknirnar hava verið mettar av uttanhýsis serfrøðingum. Í viðgerðini hevur dentur verið lagdur á vinnuligan týdning og ávirkan, á fakliga góðsku og skipan av verkætlanini.

Serlig skipan fyri vinnu ph.d.

Ein vinnu ph.d.-verkætlan er skipað eftir einum føstum leisti, sum er nakað øðrvísi enn ein vanlig akademisk ph.d.-verkætlan. Ein ph.d.-kandidatur verður settur í starv í eini fyritøku og samstundis innskrivaður til ph.d.-lestur á einum universiteti. Harafturat kann talan vera um aðrar partar eisini, t.d. fleiri fyritøkur ella granskingarstovnar. Tað er fyritøkan, sum fær stuðul til verkætlanina, og sum rindar restina av kostnaðinum av verkætlanini, annaðhvørt sjálv ella í samstarvi við aðrar privatar partar. Tað er í stóran mun fyritøkan, sum avger, hvat verður granskað og hví, og úrslitini skulu oftast brúkast ítøkiliga í hesi fyritøkuni.

Vinnu ph.d. raðfest høgt í Evropa

Í grannalondum okkara verður nógv orka og fígging nýtt til hetta slagið av verkætlanum. Vinnu ph.d.-skipanin verður sædd sum eitt sterkt amboð at styrkja granskingar- og nýskapanarumhvørvið. Danmark hevur drúgvastu royndirnar heilt frá sjeytiárunum, meðan tey í Noregi hava havt eina líknandi skipan í 10 ár. Í Evropeiska granskingarsamstarvinum er hetta eisini eitt raðfest øki í dag.

Yvirskipaða endamálið við stuðulsskipanini er styrkja granskaratilgongdina í vinnuni, styrkja førleikamenning og granskingarpartin í vinnuni og styrkja samstarvið millum granskingarumhvørvið og vinnuna.

Ítøkiliga er endamálið at geva møguleika fyri verkætlanum, sum kunnu skapa nyttuvirði við at menna ella styrkja tilgongdir (prosessir), virkisbygnað, vørur ella tænastur, sum fyritøkan selur.

Møguleikarnir eru nógvir og áhugin vaksandi

Wilhelm Petersen, formaður í Granskingarnevndini, er fegin um hesa fyrstu royndina við oyramerktum stuðli til vinnu ph.d.

- Fundirnir við fyritøkurnar vóru góðir. Fleiri møguligar verkætlanir vóru umrøddar og áhugin hjá fyritøkunum at royna seg við vinnu ph.d.-verkætlanum er avgjørt til staðar.

- Hóast talið á umsóknum ikki var so høgt, so meta vit, at hetta var ein sera góð fyrsta roynd. Umsóknirnar vóru góðar og verkætlanirnar hava avgjørt møguleikar at skapa nýggja, týdningarmikla vitan og at økja samstarv millum vinnu og granskingarumhvørvi.

- Í grannalondum okkara eru vinnuligir orkudeplar bygdir upp kring nøkur universitet við slíkum samstørvum, t.d. DTU og Aalborg Universitet í Danmark og NTNU í Noregi, og tey hava stóran týdning fyri vinnuligu menningina í økjunum.

- Í løtuni eru ikki ætlanir um at lýsa beinleiðis eftir fleiri umsóknum til vinnu ph.d., tí tað er ikki tøk fígging til hetta, men arbeitt verður við at fáa hetta til at vera eina fasta skipan.

Tað ber til at søkja Granskingargrunninum um stuðul til vinnu-ph.d. Árliga umsóknarfreistin er 15. februar.