c34ad9add0a814224163ed26656ab81b.JPG
Skriva út
Lagt út: 27.03.2009

Fyrstu tekningarnar komnar


Freistin fyri fyrsta umfarinum av kappingini Tekna ein granskara er 30. mars 2009. Tað eru higartil komnar 30 stuttligar og litríkar tekningar við góðum boðum uppá, hvussu ein granskari til arbeiðis sær út.

Fyrsta myndin til kappingina var frá 9 ára gomlu Evy, sum hevur teknað myndina omanfyri

Allar innkomnu tekningarnar verða at síggja á heimasíðuni, tá freistin er farin. Síðani kunnu vitjandi á heimasíðuni at avgera, hvør vinnur fyrsta umfar. Hetta verður gjørt við at atkvøða fyri innkomnu myndunum, til ber at lata frá 0 til 5 stjørnur.

Tekningarnar skulu verða í A4 og hava navn, aldur og møguliga eina viðmerking við eisni, sum skal skrivast á annað pappír enn sjálva tekningina.

Les meira um kappingina og reglurnar her