Fyrstu kanningarúrslitini frá ACE-verkætlan kunngjørd
Kropslig venjing kann hava við sær, at konditiónin (tvs. maksimala iltupptøkuferðin) hjá fólki økist, men tað er rættiliga ymiskt, hvussu nógva ávirkan venjing hevur á konditiónina. Kropsligur aktivitetur í gerandisdegnum og konditiónin hjá fólki hava bæði ávirkan á heilsuna og møguligan vanda fyri at doyggja. Tí er nærliggjandi at kanna, hví fólk ávirkast ymiskt av venjing, og um venjingarúrtøkan kann manipulerast við kendum heilivági.
Júst hetta var endamálið við ACE-verkætlanini, sum føroyskir granskarar og onnur fóru undir í 2019, og nú eru fyrstu úrslitini kunngjørd í viðurkenda fysiologiska tíðarritinum, Physiological Reports.
Tórur Sjúrðarson, ph.d.-lesandi, er fyrsti-høvundur á greinini, sum kann lesast í fullari longd her.
Bakgrund
Ein av kveikunum (enzymunum) í kroppinum eitur Angiotensin converting enzyme, stytt ACE. Ymsir variantar eru av íleguni, ið kotar fyri ACE, og variantarnir hava ávirkan á, hvussu virkin ACE-kveikin er. Kanningar vísa, at munurin í ACE-virkninum kann hava týdning fyri, hvørja nyttu fólk fáa burturúr kropsligari venjing. Tí er hugsandi, at heilivágur, ið niðursetir ACE-virkni, kann ávirka venjingarúrtøkuna hjá fólki. Endamálið við vísindaligu kanningini er sostatt m.a. at áseta, hvønn týdning ymsu íleguvariantarnir hava fyri venjingarúrtøkuna hjá fólki, umframt at staðfesta, um nýtsla av ACE-tálmandi heilivági ávirkar venjingarúrtøkuna.
Luttakarar og kanningarháttur
Ílegusavnið stóð fyri at útvega luttakarar úr FarGen til verkætlanina. Av teimum 122, sum játtaðu at vera við, varð ein luttakarabólkur settur saman sambært treytunum um kyn, aldur, heilsustøðu og íleguvariant.
24 menn og 24 kvinnur millum 20 og 50 ár, sum ikki hava staðfesta sjúku av týdningi fyri hesar kanningarnar, skuldu fylgja eini harðari venjingarætlan á ergometur-rógvimaskinum í 8 vikur. Luttakararnir skuldu gjøgnum ymsar fysiologiskar kanningar áðrenn og eftir venjingartíðarskeiðið, m.a. blóðroynd, hjartakanning, vøddabiopsiir og ymsar kanningar av úthaldni. Eisini varð fylgt við blóðtrýstinum alt tíðarskeiðið.
Helvtin av luttakarunum fekk ACE-tálmandi heilivág, meðan hin helvtin fekk plasebo. Kanningarnar vóru dupult-blindaðar, tvs. at luttakararnir sjálvir og tey, sum stóðu fyri kanningunum, hvørki kendu íleguvariantin hjá einstaka luttakaranum ella vistu, um viðkomandi fekk ACE-tálmandi heilivág ella plasebo.
Úrslit
Kanningarnar staðfesta, at 8 vikurs háorku-intervalvenjing økti munandi um konditiónina (maksimalu iltupptøkuferðina) og vøddaúthaldnið hjá luttakarunum, uttan mun til um tey fingu ACE-tálmandi heilivág ella plasebo. Hetta hóast heilivágurin minkaði um mongdina av reyðum blóðkyknum og mótvirkaði positivu effektina av venjingini á vøddamassa og ávísar tillagingar í hjartanum. Úrslitini frá kanningunum vísa harumframt, at ymsu íleguvariantarnir, sum kota fyri ACE, ikki tykjast hava týðandi ávirkan á venjingarúrtøkuna hjá fólki.
Verkætlanin er gjørd í samstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya, Københavns Universitet, Deildina fyri arbeiðs- og almannaheilsu, Landssjúkrahúsið og Ílegusavnið.
Greinahøvundar eru: Tórur Sjúrðarson, Jacob Bejder, Andreas Breenfeldt Andersen, Thomas Bonne, Kasper Kyhl, Tóra Róin, Poula Patursson, Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, May-Britt Skoradal, Michael Schliemann, Malte Lindegaard, Pál Weihe, Magni Mohr, Nikolai B. Nordsborg.
Granskingarráðið og Novo Nordisk grunnurin hava staðið fyri fíggingini.
Les alla greinina her
Kelda: FarGen.fo