Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan
Skriva út
Lagt út: 11.12.2024

Fyrsta ársfrágreiðing við hagtølum frá Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan fer at leggja fram ársfrágreiðing sína fyri 2023 í Smæruni í Havn mánadagin 16. desember klokkan 14. Framløgutiltakið er alment. 

Ársfrágreiðingin er fyrsta frágreiðing hjá Ráðnum, sum byggir á nýggj hagtøl fyri gransking, menning og  nýskapan.

Hagtølini vísa millum annað, at føroyskir granskingarstovnar og vinnufyritøkur granskaðu fyri 376 millliónir kr. í 2022. Tað svarar til 1,5 prosent av bruttatjóðarúrtøkuni, sum er lægri enn í hinum Norðanlondunum og bert helvtin av tí, sum Evroparáðið mælir til.

Føroyar lógu hinvegin ovarlaga í nýskapan samanborið við hini Norðanlondini í 2022. Tvær vinnugreinar - fiski- og alivinna og samskifti - áttu tilsamans umleið 80% av útreiðslunum til nýskapan.

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan hevur fimm tilmælir um, hvussu gransking, menning og nýskapan kann mennast. Millum annað verður mælt til, at løgtingið økir stuðulin til gransking munandi og ásetir karmar fyri hægri almennum stuðli. Eisini mælir Ráðið til, at landsstýrið mennir eina heildarstrategi fyri nýskapan og setir í verk átøk, ið kunnu stimbra nýskapan, herundir skattafyrimunir til nýskapandi fyritøkur.

Á framløgutiltakinum fara Ben Arabo, stjóri í Framtaki, og Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni, at skifta orð um týdningin av at menna nýskapan í Føroyum. Eisini verður pallborðsfundur við Høgna Hoydal, landsstýrismanni í vinnumálum, Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í granskingarmálum, Árna Skála, fyrrverandi landsstýrismanni í fiskivinnumálum, og Erhardi Joensen, formanni í Vinnunevndini.