COVID 19 Tíðindi
Skriva út
Lagt út: 15.04.2020

Fyritøkur hava latið dyggan stuðul til korona gransking

Fyritøkur í Føroyum hava tikið væl ímóti áheitanini frá Granskingarráðnum at lata stuðul til korona gransking. Higartil hava fimm fyritøkur játtað tilsamans 1.980.000 kr. til COVID-19 átakið, sum Granskingarráðið skipar fyri.

Stuðulin frá fyritøkunum skal leggjast afturat teimum 1.000.000 kr., sum Granskingarnevndin hevur sett av frá Granskingargrunninum og Sjúkrakassagrunninum. Tilsaman eru tí nú nærum 3 mió kr. tøkar til at stuðla koronatengdum granskingarverkætlanum.

Hesar fyritøkur hava játtað stuðul til átakið:
Poul Michelsen samtakið 500.000 kr.
Bank Nordik 1.000.000 kr.
Tjaldur 30.000 kr. 
Articon 250.000 kr.
MEST 200.000 kr.

Wilhelm E. Petersen, formaður í granskingarnevndini, er fegin um dygga stuðulin.

- Stuðulin frá vinnuni ger sera stóran mun í arbeiðinum at kortleggja og granska korona ávirkanina í Føroyum og avleiðingarnar á samfelagið nú og frameftir. Hetta gevur okkum munandi betri møguleika at stuðla nógv fleiri verkætlanum, enn tað vit høvdu møguleika at seta av til gransking í korona relateraðum viðurskiftum.

Áhugin at granska er stórur

Síðani lýsingin um hendan stuðulsmøguleikan varð kunngjørd, eru fleiri umsóknir komnar inn. Tað er eingin føst umsóknarfreist, umsóknir verða viðgjørdar leypandi, so farast kann í gongd beinanvegin. Tær fyrstu umsókninar verða viðgjørdar í hesi vikuni.

Sí neyvari kunning um endamál og krøv í lýsingini

Enn ber til at stuðla

Nakrar fyritøkur afturat hava boðað frá, at tær umhugsa fyrispurning okkara um at vera við, so tøka stuðulsupphæddin kann broytast.

Hevur tú spurningar i sambandi við luttøku í hesum átakinum ber til at ringja til okkara á 567800 ella at senda okkum boð við telduposti ella í boðum á Facebook.