402eb7ea859ecc0c9e21c546db6cfaed.jpg
Skriva út
Lagt út: 30.08.2011

Fyrireiking og rætta løtan stóran týdning fyri vísindaligar útgávur

Víða kendi norski granskarin Jørn H. Hurum kemur til Føroya at halda fyrilestur á Vísindavøkuni 2011. Hann fer at tosa um miðling av gransking, um sínar royndir av at samstarva við miðlarnar og um samskifti hjá vísindafólki við samfelagið.

Jørn H. Hurum er fornverufrøðingur (paleontologur) og starvast á Naturhistorisk Museum í Oslo sum fyrstiammanuensis.

Jørn H. Hurum gjørdist serliga kendur, tá hann almannakunngjørdi tíðindini um fornleivd, sum hann kallaði Ida. Fornleivdin sigst vera 47 milliónir ára gomul og er uppkallað eftir dóttir Jørn H. Hurum. Her er heimasíðan, sum fortelur um fornleivdina Idu. Jørn H. Hurum metir at neyv fyrireiking og rætta løtan hava sera stóran týdning fyri møguleikan hjá granskarum at koma víða út við sínum úrslitum. Fólk eru sera ymisk á máli um týdningin av fornleivdini Idu, men flest øll fólk hava hoyrt um hana. Søgan um Idu ferðaðist so skjótt um internetið, at Google gjørdi eitt serligt Ida logo.   

Fyrilesturin við Jørn H. Hurum verður í Klingruni í Norðurlandahúsinum mikukvøldið 21. september kl 19. Aftaná fyrilesturin verður møguleiki at seta spurningar, síðani verður kjak.

Tiltakið er alment og ókeypis.

Øll skráin fyri Vísindavøkuna er at finna her

Les meira um Jørn H. Hurum her