61e5d4b64c507f2bed098ec878533191.jpg
Skriva út
Lagt út: 06.07.2009

Fyrilestur: Rummets betydning for klimaet


Fyrilestur við prof. Henrik Svensmark

Mikudagin 8. juli kl. 19.30, verður forkunnugur fyrilestur í Ovastovu í Nóatúni, har danski granskarin, Henrik Svensmark, fer at halda fyrilestur við heitinum “Rummets betydning for klimaet”.

Nógv bendir á, at viðurskifti í rúmdini hava beinleiðis ávirkan á veðurlagið og lívið á jørðini. Eitt ný hevur ferðin hjá sólarskipanini gjøgnum mjólkavegin tey seinastu 500 milliónir árini ført við sær kaldar ístíðir og tíðarskeið við nógvum hita. Tey seinastu 10 árini er nógv granskað, og eru granskarar við at fáa eina samanhangandi mynd, har alt bendir á at skýggini, ið eru rundan um jørðina, eru lykilin fyri at skilja veðurlagið á jørðini. Óvæntað sær tað tó út til, at sporini frá rúmdini á veðurlagið síggjast alla staðni har leitað verður, eisini í globalu upphitingini, ið verður so nógv talað um.

Henrik Svensmark er professari á “Center for sol-klima forskning” á “Institut for rumforskning og -teknologi” á Danmarks Tekniske Universitet. Hann verður á ing.dk lýstur sum ein av heimsins mest umstríddu granskarum. Hann stendur aftan fyri eitt ástøði um, at geisling frá Sólini hevur avgerandi týdning fyri veðurlagið á Jørðini, og at høvuðsorsøkin til globalu upphitingina ikki er útleiðing av vakstrarhús gassum.

Øll eru vælkomin til fyrilesturin í Ovastovu í Nóatúni mikudagin 8. juli kl. 19:30, sum Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum skipar fyri.