Fyrilestur: Arktiskt granskingarsamstarv
Granskingarráðið og Fróðskaparsetrið skipa fyri EURAXESS ráðstevnu 26. og 27. mai. Í hesum sambandi heldur Klaus Nygaard, stjóri, Grønlands Naturinstitut almennan fyrilestur við heitinum "Arktiskt granskingarsamstarv". Fyrilesturin verðu rí Norðurlandahúsinum týsdagin 26. mai kl 12.00.
Árinið av veðurlagsbroytingum í arktiska økinum merkist um allan heim og skapar stóran altjóða áhuga fyri gransking og eygleiðingum í Grønlandi. Livikorini í Grønlandi eru neyvt tengd at náttúruni, og Grønland hevur stóran tørv á vísindaligari vitan. Bæði altjóða vísindi og grønlendska samfelagið hava stórar fyrimunir av tøttum altjóða samstarvi um gransking og undirstøðukervi.
Tað er ókeypis atgongd til hetta tiltakið.
Les um EURAXESS her