Fyrilestrar á Savnsfagnaðinum
Í heystfrítíðini verða fleiri ymiskir spennadi fyrilestar á skránni í samband við Savnsfagnaðin. Evnini í fyrilestrinum spenna frá náttúruvísindi og til samfelag- og mentunarviðurskifti. Afturat fyrilestrunum verður eisini tónleikar at hoyra til tiltøkini.
Fyrilestrarnir verða hesar dagarnar:
11. oktober á Sjósavninum
Una Matras greiðir frá um gransking av kúfiski - longst livandi djórið í heiminum
Helgi Winther Olsen greiðir frá um undirvatnsmyndatøku og innsavning av smádjórum. Hann vísir eisini myndir.
12. oktober á Listasavninum
Malan Marnersdóttir heldur fyrilesturin: Hví varð Listasavnið til?
Ole Wich heldur fyrilesturin: Víðkar listin Føroyar?
13. oktober á Náttúrugripasavninum
Dorete Bloch hevur fyrilestur um silvurfiskar og steinrenningar
Uni Árting heldur fyrilestur um eldgosið í Eyðafjallajøkli.
14. oktober á Fornminnasavninum
Erland Viberg Joensen heldur fyrilesturin: Maðurin og báturin. Gripirnir hjá bátasmiðinum Niklas í Koltri. Um savnsarbeiðið: innsavning, skráseting og framsýning.
Helgi D. Michelsen: Seinasta nýggja frá fornfrøðini í Koltri