149eefec3767adcd0281c2971491c8e3.jpg
Skriva út
Lagt út: 24.09.2010

Fýra nýggj NCP-umboð


Granskingarráðið hevur tilnevnt fýra nýggj parttíðar NCP umboð, ið skulu virka sum bindilið millum føroyska granskingar- og menningarumhvørvið og ES. Nýggju NCP-umboðini hava eitt tætt tilknýti til granskingar- og menningarumhvørvini, við tað at tey dagliga arbeiða við økinum.

Uppgávan hjá NCP-umboðunum verður at kunna og vegleiða føroyskar stovnar og einstaklingar um møguleikarnar, sum sáttmálin um føroyskan atlimaskap í Europeiska granskingarsamstarvinum, FP7, gevur. Hetta verður m.a. gjørt við at fylgja við í ,hvat rørir seg í Europa og luttaka á kunningarfundum sum ES kommissiónin skipar fyri. Eisini skulu NCP-umboðini virka fyri, at føroysk granskingaráhugamál verða tikin við í menningini av granskingar- og menningarverkætlaum í FP7.

Tey nýggju umboðini eru:

Óluva Niclasen, serfrøðingur á Heilsufrøðiligu Starvsstovan, sum kemur at virka sum NCP-umboð fyri Matvørur, landbúnað, fiskivinnu og bio-tøkni.
Maria Skaalum Petersen, granskari, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, sum kemur at virka sum NCP-umboð innan Heilsu.
Hannes Gislason, professari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, sum kemur at virka sum NCP-umboð fyri KST.
Maria Dam, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, sum kemur at virka sum NCP-umboð innan umhvørvisøki.

Umframt hesi nýggju NCP-umboðini, er John D. Olsen í starvi í Granskingarráðnum sum NCP-umboð innan hesi øki: Sosial-, samfelags- og hugvísindi, Marie Curie, SME, Science in Society og Ideas. Hann kemur at virka sum samskipari av føroysku NCP-umboðunum.