Fundast í Føroyum um granskingarsamstarv
Mánadagin 18. og týsdagin 19. mars hittast umboð fyri norðurlendsku granskingarráðini og NordForsk í Havn. Á skránni eru fleiri fundir við viðgerð av ymsum málum og kjaki um evni av felags áhuga og týdningi.
Talan er í fyrra lagi um NORDHORCS nevndina - stytting fyri Nordic Heads of Research Councils - har stjórarnir í norðurlendsku granskingarráðunum eru limir.
Í øðrum lagi er talan um NordForsk stýrið, sum hevur limir og eygleiðarar úr øllum Norðanlondum, frá norðurlendska universitetssamstarvinum og Norðurlendska Ráðharraráðnum.
Á fundi hvør sær og felags verða evni sum gransking og nýskapan í sambandi við ábyrgdarfulla og etiska nýtslu av vitlíki og norðurlendsk fatan av granskingarárinum umrødd.
Mánadagin var fundur í Norðurlandahúsinum og síððani varð vitjað hjá Bakkafrost á Glyvrum.
Í alt eru gott 20 fólk komin til Føroyar í sambandi við fundirnar.
Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, er føroyska umboðið í NORDHORCS og NordForsk.
Mynd: NordForsk