Djóni Nolsøe Joensen Klipt
Skriva út
Lagt út: 16.05.2023

Fullur limaskapur í NordForsk pliktar

Føroyskur limaskapur í norðurlendsku granskingarskránni NordForsk letur upp fyri nýggjum møguleikum, men krevur eisini meira av okkum.

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í granskingarmálum, millum annað í viðtalu við nordforsk.org.

Umboð fyri NordForsk hava verið í Føroyum í sambandi við, at Føroyar herfyri fingu fullgildan limaskap í NordForsk. Í eini grein frá vitjanini á nordforsk.org eru samrøður við Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann, Anniku Sølvará, stjóra í Granskingarráðnum og Martin Tvede Zachariasen, rektara á Fróðskaparsetrinum.

Landsstýrismaðurin heldur, at tað hevur stóran týdning, at Føroyar nú fara frá at hava eygleiðarastøðu til fullgildan limaskap.

- Tað merkir, at vit verða mett á jøvnum føti við hini londini. Vit fáa størri ávirkan á samstarvið og fáa tískil fullan ágóða av tí. Men tað krevur eisini av okkum, at vit taka tey tøk, ið eru neyðug, sigur Djóni Nolsøe Joensen.

Í samstarvsavtaluni við NordForsk stendur, at gransking skal raðfestast. Á fíggjarlógini í ár eru 300.000 kr. settar av til luttøku í NordForsk, men landsstýrismaðurin ætlar, at játtanin skal hækka munandi.

- Í mun til fólkatalið eru vit á sama stigi sum hini norðanlondini, men við tíðini skal okkara íkast hækka. Vit vilja fegin koma upp á 1,5 mill. kr., sigur landsstýrismaðurin við nordforsk.org.

Føroyar hava eisini limaskap í europeisku granskingarskránni Horizon Europe, og hetta samstarvið skal eisini halda fram, heldur Djóni Nolsøe Joensen.

- Norðurlond hava tættari samband við hvørt annað enn við restina av Europa. Tíðin fer at vísa, um vit møguliga skulu leggja størri dent á norðurlendska enn europeiska gransking, men í løtuni vilja vit vera við og gera okkara royndir í báðum samstørvum, sigur landsstýrismaðurin.

Øll greinin á nordforsk. org kann lesast her.