Full bløðra ger teg minni bráðlyntan
Vit hava lættari við at taka langskygdar avgerðir, tá ið vit vilja pissa. Hetta staðfesta granskarar, aftaná fýra royndir við vatni, orðum og pengum.
Hevur tú trupulleikar við at taka skilagóðar avgerðir, drekk so nógv vatn og bíða í 45 minuttir. Hetta halda hálendskir granskarar skuldi hjálpt. Greinin hjá hálendsku granskarunum er útgivin í viðurkenda tíðarritinum Psychological Science.
Vit eftirlíka tí, sum vit tráa eftir.
Tú hevur uttan iva lagt til merkis, at tú keypir meiri ósunnan mat, tá tú keypir inn við tómum maga. Ella at tað er ein størri vanda fyri, at tú ikki nýtir fyribyrging, tá tú ert serliga girndarfullur. Hetta hava granskarar longu staðfest í royndum og tað vísir, at vit fara eftir teimum skjótu vinningunum, um vit veruliga vilja hava okkurt.
Halt vatninum og halt skilinum
Tríggir granskarar frá Hollandi og Belgia hava sett sær fyri at kanna, um vit kunnu virka øvugt: Um vit eru betri til at stýra okkara bráðhugsni og okkara ágrýtni eftir skjótari eydnu, tá vit eru stíla inn á, at darva okkara trongd - meiri ítøkiliga, tá vit samstundis vilja illa at pissa.
Fleiri hundrað næmingar luttóku í hesum fýra kanningunum. Í hvørjari einstakari kanning vóru næmingarnir býttir sundur í tveir bólkar. Annar bólkurin fekk 700 ml at drekka, meðan hin bólkurin fekk ikki meir enn 50 ml tilsamans.
Royndirnar vístu millum annað, at tey vatndrekkandi aftaná 45 min:
• Vóru betri til at siga litin á einum orði, enn at nevna litin, sum bókstavirnir stavaðu
• Høvdu størri lyndi til at taka ímóti 30 dollarum um 35 dagar enn at taka ímóti 16 dollarum her og nú.
Niðurstøðan er, at vit taka minni stuttskygdar avgerðir og bráðar avgerðir, tá ið bløðran er full.
Líknandi mekanismur eru kendar
Hálendingarnir spekulera í, at darvar tú bráðhugsan eitt stað í kroppinum, darvar tú so eisini boðunum frá heilanum um at slaka við onkrum øðrum.
Granskarar samanbóru atgerðirnar við, at tú kanst fáa eyka viljastyrki og klára eitt sindur meira pínu, um tú knýtur nevarnar saman.
Kropsligt tamarhald kan ávirka sálarligt tamarhald. Hetta undirbyggir heilagransking, sum vísir, at boð um at darva ymisk sløg av bráðlyndi koma frá sama øki í heilanum.
Gongur ímóti eldri gransking
Úrslitini ganga ímóti eldri granksing innan sálarfrøði,sum hevur staðfest, at nýtir tú nógva orka uppá at halda teg aftur á einum øki, so missir tú valdið yvir einum øðrum.
.
Tað vil við øðrum orðum siga, at roynir tú at halda tær við at pissa, átti tú at havt lyndi til at eftirlíka tínum bráðræsni, t.d. at velja at fáa pengar beint nú, ístaðin fyri at bíða ein mánaða - beint øvut tí, sum tær nýggju kanningarnar vísa.
Óvissan fær granskarar at tilmæla meiri gransking innan økið.
»Hetta vil geva umráðandi vitan, um hvussu vit reagerða uppá darvingar, bæði kropsligt og fatanarliga, um vit hava eina viðfevnda darvingarskipan og eisini geva innlit í viðurskiftir, ið møguliga betrar um menniskjans evnir til at darva innskotum,« skriva hálendingarnir Mirjam Tuk og Debra Trampe og belgiarin Luk Warlop í vísindaligu greinini í tíðarritinum Psychological Science.
Fakta
Ein blørða inniheldur í miðal 300 ml vatn, og bløðran hjá vaksnum er full, tá hon inniheldur 500 ml.
Treytað av kroppsstødd og slag av vætu, tekur tað vætunið millum 20 og 180 minuttir at røkka bløðruni.
Kelda: Bókin “Human Anatomy & Physiology (7th Edition)'.
Kelda: http://videnskab.dk/krop-sundhed/fuld-blaere-gor-dig-mindre-impulsiv