Frøði 3/2014 komið
Í nýggjasta Frøði verður sjóneykan sett á Føroyar í 1800 talinum. Her eru 4 greinir um hetta evnið. Talan er um úrslit frá granskingarverkætlan á Søgu- og samfelagsdeildini, sum verður stuðlað úr Granskingargrunninum.
Eisini er grein um eftirmetingar í fólkaskúlanum, har víst verður á, at tað er ósamsvar millum landsroyndirnar og PISA kanningarnar.
Ein grein er um EURAXESS skipanina, sum Granskingarráðið stendur fyri, og myndir eru frá Vísindavøkuni 2014, sum var 26. september.
Frøði fæst til keyps kring landið.