43bef33b166b953e9f2f348ac99bf31e.png
Skriva út
Lagt út: 04.11.2014

Fróðskaparsetrið viðurkennir Charter & Code

Fróðskaparsetur Føroya hevur sum fyrsti granskingarstovnur í Føroyum fráboðað, at stovnurin viðurkennir ásetingarnar í Charter & Code.

European Charter for Researchers and Code of Conduct for Recruitment of Researchers, stytt Charter & Code, er eitt skjal, ið ES-nevndin hevur samtykt, sum ásetir rættindir og skyldur hjá granskarum og arbeiðsgevarum teirra. Ásetingarnar í Charter & Code snúgva seg m.a. um setanartreytir, arbeiðsumstøður og yrkisvegleiðing.

612 granskingarstovnar í Evropa hava boðað frá, at teir viðurkenna Charter & Code. Teirra millum er nú eisini Fróðskaparsetrið.

Í viðurkenningarbrævi sínum til ES-nevndina sigur Fróðskaparsetrið seg taka undir við ásetingunum og ætla at seta tær í verk á stovninum.

Fróðskaparsetrið er samstundis farið undir tilgongdina, ið skal seta ásetingarnar í Charter & Code í gildi á stovninum. Fyrsta stig í fyrireikingunum er ein innanhýsis lýsing av mannagongdum á stovninum í mun til ásetingarnar í Charter & Code. Tveir arbeiðsfundir hava verið, har arbeitt hevur verið við at greina mannagongdirnar.

Granskingarstovnar, ið seta ásetingarnar í Charter and Code í gildi, fáa rætt at nýta eitt “HR Excellence in Research” merki, sum gevur granskarum trygd fyri, at setanar- og starvsviðurskiftini eru í samsvari við ásetingar hjá ES-nevndini.

190 granskingarstovnar hava fingið “HR Excellence in Research” merkið frá ES-nevndini.

Listin hjá ES-nevndini yvir granskingarstovnar, ið taka undir við Charter & Code, sum nú eisini fevnir um Fróðskaparsetrið, sæst her.