Fróðskaparrit 59 komið
Forlagið Fróðskapur hevur givið út Fróðskaparrit nr. 59 Ritið hevur tíggju greinir, sum fevna um sera ymisk evni: kvæði, mál, bíbliutýðingar, bókmentir, søgu, blómur, fuglar og torvheiðar.
Tað eru sjey hugvísindaligar greinir og tríggjar náttúruvísindaligar greinir í ritinum. Poul Skårup skrivar um keldurnar til Sigmundarkvæði eldra, Marna Jacobsen um føroyskar barnabókmentir og Bergur Rønne Moberg um "Grylen" hjá William Heinesen. Hans Andrias Sølvará hevur tvær greinir, onnur um politiska søgu fyrst í 20. øld, hin um bíbliutýðingar og bíbliutulkingar. Tvær málgreinir eru, Eivind Weyhe skrivar um mansnavnið Lagi og Jógvan í Lon Jacobsen um málsliga variatión. Anna Maria Fosaa, Olivia Danielsen og Herborg Nyholm Debess lýsa hitaávirkan á ávísa blómu, Jóhannis Danielsen um, hvussu havhestur leitar sær føði og Kevin J. Edwards, Steffen Stummann Hansen og Gunnar Bjarnason um torvheiðar í Nólsoy.
Tvey bókaummæli eru: Jonathan Adams ummælir bókina “Jakob Jakobsen in Shetland and the Faroes” og Hanus Kamban ummælir bókina “Føroysk bókmentasøga I”. Eins og í undanfarnum Fróðskaparritum verða tey nevnd, ið hava fingið doktaraheiti. Eisini er yvirlit yvir vísindalig avrik um føroysk viðurskifti hjá granskarum innan- og uttanlands (Vísindaritverk).
Ritið er 170 bls. og kostar 270 kr. í bókabúðunum. Ritstjórar eru Dorete Bloch og Elin Súsanna Jacobsen.
Les um Fróðskaparrit og aðrar útgávur hjá Fróðskapi á www.setur.fo/frodskapur