5111ac580f7772bbb7a2a981dce0ea82.jpg
Skriva út
Lagt út: 13.11.2013

Freistin at søkja stuðul til gransking verður 17.2.2014

Granskingarnevndin hevur á fundi gjørt av, at freistin at søkja stuðul úr Granskingargrunninum í 2014 verður mánadagin 17. februar kl. 12.00 føroyska tíð.

Treytað av játtan á løgtingsfíggjarlógini verða umleið 7 milliónir kr. tøkar at søkja.

Eins og undanfarin ár ber til at søkja stuðul til ymisk sløg av verkætlanum, post.doc., ph.d. og aðrar verkætlanir, til verkætlanir knýttar at granskingarstovnum og vinnufyritøkum, í Føroyum ella uttanlands. Tað ber til at søkja um stuðul innan øll fakøki. Les alla lýsingina her

Formlig krøv ásett
Nevndin hevur samtykt eina røð av formligum krøvum í sambandi við umsókn um stuðul úr Granskingargrunninum. Hesi krøv eru í størstan mun ein formalisering av siðvenju, sum er bygd upp seinastu 15 árini, men í onkrum førum eru onkrar útgreiningar ella herðingar eisini samtyktar.

Í heilt stuttum kann sigast, at allir umsøkjarar skulu útfylla serliga oyðublaðið, sum er gjørt til endamálið. Teir skulu leggja við eina nágreiniliga verkætlanarlýsing umframt fleiri fylgiskjøl, savna hetta í eitt pdf skjal og senda umsóknina til gransking@gransking.fo innan 17. februar 2014 kl. 12.00 føroyska tíð. Oyðublað, vegleiðing og formlig krøv finnast øll her.

Spyr í góðari tíð
Mælt verður øllum, sum umhugsa at søkja stuðul, til at venda sær til Granskingarráðið fyri at fáa ítøkiliga frágreiðing og vegleiðing um møguleikar og krøv í mun til ætlaðu verkætlanina. Til ber at ringja á 567803, at skriva til gransking@gransking.fo ella at støkka inn á gólvið á Bryggjubakka12, ovastu hædd.