9f4500fc4cf4e43cdc709c89a334bf09.jpg
Skriva út
Lagt út: 04.10.2013

Freistin at søkja fulltrúastarvið er 7. oktober

Í Granskingarráðnum er eitt fulltrúastarv við heitinum NCP-samskipari leyst at søkja. NCP stendur fyri National Contact Point. NCP-samskiparin er føroyska ábyrgdarfólkið fyri NCP-tænastuna, sum røkir áhugamál Føroya í mun til ES-granskingarsamstarvið.

Vit leita eftir einum fólki, sum hevur hug og áræði at taka yvir og menna samstarvið við ES á granskingar- og innovatiónsøkinum, sum frá nýggjárinum gongur undir heitinum Horizon 2020.

NCP-samskiparin skal í høvuðsheitum:
- Í samráði við avvarðandi myndugleikar standa á odda fyri føroysku NCP-tænastuni
- Fylgja við í og virka fyri møguleikunum fyri stuðli til føroyskar stovnar og virkir úr Horizon 2020
- Kunna alment og beinleiðis til áhugabólkar um stuðuls- og samstarvsmøguleikar í Horizon 2020
- Ráðgeva stovnum og einstaklingum í spurningum viðvíkjandi umsóknum til Horizon 2020
- Harumframt arbeiða við ymsum uppgávum á Granskingarráðnum

Førleikakrøv
Til starvið krevst hóskandi kandidatútbúgving og viðkomandi starvsroyndir, gjarna royndir frá
millumtjóða samstarvi og verkætlanararbeiði. Innlit í føroyska granskingarumhvørvið er avgjørt ein fyrimunur. Harafturat er neyðugt at duga væl at arbeiða sjálvstøðugt og skipað. Tað er ein treyt at duga føroyskt og enskt væl í skrift og talu og yvirhøvur at duga væl at samskifta.

Setanartreytir
Talan er fyribils um tíðaravmarkað starv í 1 ár, men møguleiki er fyri, at starvið verður broytt til eitt fast starv. Løn sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Ferðing til fundir uttanlands er týdningarmikil partur av starvinum, tað er tí eitt krav, at tað ber til hjá fulltrúanum at ferðast javnan.

Starvsstaður er í Granskingarráðnum á Bryggjubakka í Havn. Byrjanardagur er 1. november 2013 ella skjótast gjørligt.

Freist v.m.
Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Anniku Sølvará, stjóra fyri Granskingarráðið, á tel.
567803 ella við at skriva til annika@gransking.fo

Umsóknir við CV og avritum av prógvum skulu sendast til annika@gransking.fo í seinasta lagi 7. oktober 2013.