Framtíðarmyndir hjá føroyskum ungdómi
Firouz Gaini hevur útgivið eina nýggja vísindaliga grein í tíðarritinum Suomen Antropologi (Journal of the Finnish Anthropological Society). Greinin ‘Altered Islands: Young Faroe Islanders’ Future Landscapes’ kannar lýsingar av framtíðar-Føroyum hjá ungdómi í landinum. Endamálið hevur verið at granska og greina dynamiska samspælið millum framtíðarmyndir og nútíðar-veruleikar. Við støði í etnografiskari kanning frá 2014, viðger greinin stuttar tekstir (essay) ið ung hava skrivað um eina ímyndaða framtíð í mun til fortíðina og nútíðina (søgulig, mentanarlig og etisk viðurskifti í Føroyum). Í essay-tekstunum síggja vit, hvussu tey ungu flyta seg millum utopiskar og dystopiskar visjónir, og hvussu tey brúka dreym og ímyndan at geva nútíðar gerandislívi og samleika meining.
Í innganginum hjá ritstjórunum verður greinin lýst soleiðis:
"In the article Gaini argues in favour of a future studies approach that treats the future as a dimension of present-day concerns. Through an analysis of the near-future imaginaries of Faroese teenagers, the author highlights the ‘simplified, exaggerated’ versions of present-day concerns that are employed in the utopian and dystopian future visions constructed upon an ‘infrastructure of uncertainty’ that is particular to Faroese thinking. Gaini adds to a quickly growing body of anthropological literature that seeks to answer what kinds of questions we, as researchers, can propose to ‘the future’. In more concrete terms, the future visions analyzed by Gaini are predominantly concerned with the continuity of culturally specific traditions and the family: the survival of the Faroese culture and language, on the one hand, and the constitution of the future family, on the other."
Greinin kann lesast her
Les um Firouz Gaini í Heilagrunninum
Mynd: glasir.fo