Framløgur og Speakers' Corner á Vísindavøkuni
Á Vísindavøkuni verður høvi at hoyra granskarar og onnur greiða frá um sítt arbeiði, við serligum denti á mat, men eisini um onnur evni. Fyrrapartin eru skipaðar framløgur, meðan tað seinnapartin verður meira óformligt við ymsum stuttum frásagnum á Speakers’ Corner. Um kvøldið verða aftur nakrar skipaðar framløgur.
Speakers' Corner verður lagt til rættis, soleiðis at ein mikrofon, ein hátalari og ein talva verða til taks í stóru høllini. Granskarar kunnu antin bíleggja tíð frammanundan ella taka orðið, tá tað verður mett hóskandi og pláss er til tað. Hesar framløgur kunnu vera heilt stuttar 2-3 minuttir upp til í mesta lagi 8-10 minuttir. Á skránni her verða m.o. Jóan Pauli Joensen, Ása Johannesen og Agnes Mols Mortensen.
Skráin fyri framløgurnar í fyrilestrarhølinum
Millum kl. 9 og 13.30 verða níggju framløgur við mati sum høvuðsevni, umleið 15 minuttir hvør, umframt pláss til spurningar.
kl. 09.00 Magni Mohr, ph.d., University of Exeter: “Kropslig avrik hjá elitu atletum og fyribyrging av vælferðarsjúkum - stutt innlit í ítróttarfysiologiska gransking.”
kl. 09.30 Ása Johannesen, ph.d., Fiskaaling: “At finna mat: ávirkan av lukti, bólkastødd og streymi.”
kl. 10.00 Jan Rasmussen, lækni, ph.d. lesandi, Landssjúkrahúsið: “Karnitin - eitt viðkomandi evni.”
kl. 10.30 Jonhard Eysturskarð, ph.d., Fiskaaling: “Góðska á føroyskum alilaksi.”
kl. 11.00 Poula Patursson, kliniskur føðslufrøðingur, Landssjúkrahúsið: “Ósunnur matur er sunnur fyri summi.”
kl. 11.30 Erland Viberg Joensen, ph.d., Søvn Landsins: “Føroyar og útflutningur av rávørum - Fiskivinnutjóð og útjaðarasamfelag.”
kl. 12.00 Bjørg Mikkelsen, lívfrøðingur, Heilsufrøðiliga Starvsstovan: “Skeljadýr - trygg matvøra?”
Kl. 12.30 Leif Sørensen, kokkur, Hotel Føroyar: “Føroyskur siðbundin matur og ferðavinnan í dag.”
kl. 13.00 Svein-Ole Mikalsen, ph.d., Fróðskaparsetur Føroya: “Lykilin til allar livandi verur: mýlsk lívfrøði.”
kl. 19.30-21.00 Grønmeti og villar plantur til matna - serligt mattiltak, Tað eru móðir og sonur, sum fara at standa fyri hesum. Sigga Rasmussen, plantufrøðingur, fer at hava stuttar framløgur um grønmeti, m.a. epli, kryddurtir og ber. Harumframt um villar plantur til matna. Gutti Winther, kokkur, fer at bjóða ymsar smakkroyndir og greiða frá samstundis.