Framløga um arbeiðsháttin hjá Vitanarfróða og Vitanarfróðu
Á læraradøgunum hjá Námi, sum vóru 6. og 7. november, var ein framløga um kappingina Ársins Vitanarfróðu og um arbeiðsháttin hjá Vitanarfróða og Vitanarfróðu.
Kappingin, sum Granskingarráðið og Nám fyriskipað í felag, er skipað við íblástri frá Nysgjerrigper í Noregi.
Tað var Ingebjørg B. Hillestad, lærari úr Noregi, sum greiddi frá Nysgjerrigper arbeiðshátttinum og hennara royndum við hesum sum lærari.
Hon vísti dømi um ymsar lættar royndir, sum kunnu gerast í einum skúlatíma saman við yngri flokkum. Hon vísti eisini eina verkætlan um jólatrø, sum ein flokkur hjá henni hevði gjørt. Hon helt, at talan er um sera gott amboð hjá lærarum at fáa allar næmingar í flokkinum at vera við í eini verkætlan, og at geva næmingum uppgávur við hóskandi avbjóðingum.
Annika Sølvará frá Granskingarráðnum greiddi frá kappingini Ársins Vitanarfróðu.
Framløgan sæst her
Freistin at luttaka í kappingini er 11. apríl 2019. Les meira um kappingina her
Hava tit ítøkiliga spurningar ella vilja tit vita meira um kappingina sum heild, eru tit vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Allar framløgurnar á Læraradøgunum síggjast her