Anna Falkenberg Fólkatingid
Skriva út
Lagt út: 22.11.2024

Framhaldandi játtan úr Danmark til gransking í Norðuratlantshavi

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin, hevur gjørt avtalu við donsku stjórnina um framhaldandi játtanir til granskingarskráir í Norðuratlantshavi.

Hetta boðar hon frá í dag í sambandi við, at semja um donsku fíggjarlógina komandi árini varð almannakunngjørd .

Játtan til gransking í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikki verður longd við 2 árum og økt frá 2 til 4 mió. kr. um árið fyri árini 2027 og 2028.

Játtan til havgransking kring Føroyar og í Norðuratlantshavi verður longd við 1 ári við 8 mió. kr. fyri árið 2028.

Áður eru avtalur gjørdar fyri  játtaninar árini 2025 til 2027.

Anna Falkenberg sigur í sambandi við avtaluna, at játtan til havgransking leingi hevur verið ein raðfesting hjá Sambandsflokkinum á Fólkatingi.

“Veðurlagskreppan er ein altjóða avbjóðing, sum skal loysast í felag! – men hetta er ein liður í føroysku tilgongdini at taka ábyrgd um okkara leiðir”, sigur fólkatingskvinnan hjá Sambandsflokkinum.

Granskingarráðið umsitur báðar játtanirnar, sum verða kallaðar ávikavist FASDiNA og MARiNAO.

Fyri báðar granskingarskráirnar er galdandi, at stuðulin skal latast til granskingarsamstarv millum Føroyar, Grønland og Danmark.

Ætlaðu játtanirnar komandi árini eru - í mió. kr.

 

2025

2026

2027

2028

FASDiNA

2,2

2,0

4,0

4,0

MARiNAO

7,9

7,9

7,9

8,0

 

Ein lítil partur av játtanini fer til fyrisiting av granskingarskráunum.

Kelda og mynd: saft.dk