Frágreiðing: Hvussu hevur korona ávirkað privatu miðlarnar?
Norðurlendskir miðlagranskarar hava skrivað nýggja frágreiðing um, hvussu korona hevur ávirkað privatu miðlarnar í Norðurlondum. Heini í Skorini og Rógvi Olavson á Fróðskaparsetri Føroya hava skrivað partin um Føroyar. Norðurlendska Ráðharraráðið hevur bílagt frágreiðingina, sum verður løgd fram á einum almennum netfundi hósdagin 22. apríl kl. 12 føroyska tíð.
Øll kunnu melda seg til talgilda tiltakið á hesi leinkjuni
Farsóttin hevur ávirkað miðlarnar á ymiskan hátt, og niðurstøðurnar eru bæði daprar og bjartar og peika ymsar vegir. Nakrar av niðurstøðunum í frágreiðingini eru soljóðandi:
Privatu miðlarnir hava mist nógvar lýsingarinntøkur sum avleiðing av korona
Í kappingini um lýsingarpengar hava globalir tøknirisar sum Google og Facebook styrkt enn meiri um sína støðu yvir fyri nationalu miðlunum
Eftirspurningurin eftir professionellum journalistikki er samstundis vaksin munandi undir korona
Eftirspurningurin eftir siðbundnu, privatu miðlunum og almennum Public Service-miðlum er øktur munandi
Hugurin at rinda fyri journalistikk á netinum er vaksin munandi undir korona
Ongantíð áður hava privatu miðlarnir fingið so stóran almennan stuðul sum undir korona
Hóast farsóttin hevur verið ein stór avbjóðing orsakað av minkandi lýsingarinntøkum, so kann farsóttin eisini slóða fyri nýggjum og meiri burðardyggum business-modellum
Farsóttin hevur ikki verið nøkur eintýdd uppliving fyri føroysku miðlarnar. Summir miðlar hava verið noyddir at repa seglini, skerja útgávur og minka um starvsfólkahópin, men aðrir miðlar siga frá vøkstri. Teir privatu miðlarnir tykjast tó at hóra undan, men ónøgdin er eisini stór. Ætlaðu broytingarnar í mun til føroyskan miðlastuðul elva til ónøgd, og øktu útreiðslurnar í sambandi við blaðútbering vekja eisini ónøgd.
Øll frágreiðingin kann lesast her