250612f0e2a34409c528d771dc098126.JPG
Skriva út
Lagt út: 12.04.2012

Frágreiðing frá Jarðfeingi um nútíð og framtíð stovnsins

Í februar legði Vinnumálaráðið fram ætlan um at fleiri stovnar undir Vinnumálaráðnum skulu savnast á Skálatrøð. Ein av hesum stovnum er Jarðfeingi.
 
Spurningur varð alt fyri eitt reistur um, hvørt tað er skilagott at leggja Jarðfeingi saman við hinum stovnunum og um hví hetta eigur at vera gjørt.

Jarðfeingi bað Vinnumálaráðið um møguleika at gera viðmerkingar til ætlanirnar. Hesar viðmerkingar eru nú skrivaðar í drúgva frágreiðing, sum kallast Jarðfeingi - í nútíð og framtíð. Hon kann lesast her  Frágreiðingin er saman við fylgibrævi send Vinnumálaráðnum.

Útvarpið hevði samrøðu við Petur Joensen stjóra fyri Jarðfeingi um málið í tíðindasendingini á middegi 12.4.2012