Frágreiðing: European Research Area og umhvørvisgransking
‘European Research Area’ (ERA) var sett høgt á politisku dagsskránna í ES í 2007, tá útgávan ERA Green Paper sá dagsins ljós eins og fleiri politisk tiltøk eisini vóru sett í verk hetta árið. Í dag er ERA ein týðandi partur av Lissabon Sáttmálanum. Stórur týdningur verður eisini lagdur í at fremja ERA í ‘Europe 2020 – Flagship Initiative Innovation Union’ frágreiðingi, har tað m.a. stendur at: “europeiska granskingarøkið má fullfíggjast innan fýra ár” t.e. áðrenn 2015.
Í einari nýggjari frágreiðing verður hugt eftir, hvussu langt arbeiðið er komið við at náa málini fyri ERA innan umhvørvisgranskingina. Frágreiðingin hevur heitið: A European Research Area for the Environment - Assessment of progress and recommendations for the future.
Frágreiðingin kann takast niður her