Frændafundur 9 verður í Íslandi komandi vikuskifti
Í døgunum 26. til 28. august verður Frændafundur á Háskóla Íslands í Reykjavík. Frændafundur er afturvendandi ráðstevna, sum Fróðskaparsetrið og Háskóli Íslands skipa fyri 3. hvørt ár.
Níggjunda ráðstevnan í røðini ber heitið: "Lond ljósins og myrkursins, havsins og vindanna. Hvussu forma náttúrukreftirnar mannalív og djóralív, mentan og samfelag í norðri?"
Tað verða fleiri felags fyrilestrar og fleiri verkstovur. Høvuðsfyrilesarar úr Føroyum eru Malan Marnersdóttir og Sunleif Rasmussen. Til samans fara 15 fólk úr Føroyum at halda fyrilestrar og framløgur.
Skráin er her
Ráðstevnan er almenn og ókeypis, tað er ikki neyðugt við tilmelding.