Frá atlimaskapi til luttøku
Tann 15. september vitjaðu serfrøðingarnir Maria Tsivertara frá DG Education and Culture í ES kommissiónini og Morten Gylling Jørgensen, NCP umboð í Styrelsen for Forskning og Innovation.Á fundi á Hotel Hafnia greiddu tey frá um møguleikarnar fyri flytføri í Horizon 2020 og hvussu man skrivar góða umsókn til Horizon 2020.
Fundurin var partur av átaki hjá ES kommissiónini við heitinum “From Association to Participation”, sum hevur sum mál at økja luttøkuna hjá londum, sum hava atlimaskap í Horizon 2020.
Nógv áhugaði møttu á fundinum, sum endaði við máltíð í matstovuni har fólk høvdu høvi at netverka.
Framløgurnar frá fundinum liggja her