FP7 tíðindi: ERC arbeiðsætlan 2008
Tann 21. november var arbeiðsætlanin fyri ERC (European Research Council), eisini nevnt Ideas, almannakunngjørd. Henda skráin miðar ímóti at stuðla teimum fremstu granskarunum í Europa, sum arbeiða við ytstu vitanarmót (frontier research) Tak arbeiðsætlanina niður her.
Útboðini í 2008 eru skipað í tríggjar bólkar, og fevna einans um stuðul til framkomnar granskarar - Advanced Researcher Grants. (Les meir um ERC/Ideas stuðulssløgini)
- Physical Sciences and Engineering - februar 2008
- Social sciences and Humanities - mars 2008
- Life Sciences - apríl 2008
Í sambandi við allmannakunngerðina av arbeiðsætlanini fyri 2008 kom hetta tíðindaskrivið frá kommisjónini.
Á heimasíðuni hjá ERC fæst meir at vita um hesa serskránna í sjeyndu rammuskránni (FP7). Les meir alment um FP7 á Cordis.