FP7: Serstakliga góð úrslit
Føroyskar fyritøkur og stovnar hava fingið sera góð úrslit nú metingarnar fyri umsóknir, ið vóru latnar inn til ES skipanina í november eru mettar. Fýra granskingarverkætlanir við føroyskum luttakarum koma væntandi ígjøgnum nálareyga hjá ES. Harafturat hevur Granskingarráðið fingið játtað fíggjarligan stuðul til Vísindavøkuna 2012.
Matvøra og fiskivinna
Í Matvøru og fiskivinnu skipanini vóru føroyingar við í 6 umsóknum í november. Fyribils úrslitini vísa, at tríggjar av hesum hava fingið hægstu meting og fara at fáa stuðul úr rammuskránni. Harafturat er ein umsókn, sum hevur fingið næsthægstu meting; væntandi verður hon eisini stuðlað, tí minst tvær umsóknir innan hetta økið fáa stuðul.
Felagið Syntesa hjá Ólavi Gregersen, er við í trimum av hesum umsóknum. Harafturat luttaka Nema og Havstovan í hvør síni verkætlan.
Vísindavøka
Í síðstu viku fekk Granskingarráðið eisini boð um, at Researchers’ Night umsóknin líkur treytirnar fyri stuðli. Hetta er fyrstu ferð, at Vísindavøka fer at verða hildin við fíggjarligum stuðli úr sjeyndu rammuskránni.
Fleiri møguleikar í 2012
Tvær aðrar umsóknir við føroyskum luttakarum hava lokið treytirnar í fyrsta umfari og eru komnar víðari til annað umfar. Metinganar fyri hesar umsóknirnar verða væntandi tøkar út ímóti sumri.
Umsóknarfreistirnar og svarini koma í klumpun í hesi skipanini. Samanumtikið eru úrslitini sera góð í hesum umfarinum. Til umsóknarfreistina í november fáa fýra av seks umsóknum væntandi stuðul, Hetta er væl hægri enn miðal fyri umsøkjarar.
Fíggjarligi parturin til føroysku luttakararnar er mettur at vera umleið € 861.000 fyri hesar fimm verkætlanirnar. Hetta svarar til umleið kr. 6,4 mió. Hóast fyrivarni skal takast fyri, at sáttmálar enn ikki eru undirskrivaðir, og talið kann broytast nakað, so er hetta sera hugaligt, og tað vísir greitt, at føroyskir granskingarstovnar og fyritøkur kunnu fáa stóran ágóða av ES granskingarsamstarvinum.