FP7 sáttmálin stavváttaður
Nú er sáttmálin um føroyskan atlimaskap í ES granskingarsáttmálanum stavváttaður. Allar gøtur á embætisstigi eru greiddar fyri, at Føroyar kunnu gerast partur av granskingarsáttmálanum hjá ES. Tað skrivar Uttanríkisráðið á síni heimasíðu.Mánadagin var seinasti samráðingarfundur millum landsstýrið og ES-myndugleikar, og eru partarnir samdir um endaligu orðingina av sáttmálanum.
Næsta stigið í tilgongdini er, at sáttmálin verður lagdur fyri Løgtingið og Evropiska Ráðharraráðið, Evropatingið til góðkenningar. Treytað av, at Løgtingið samtykkir sáttmálan, verður miðað ímóti, at sáttmálin verður endaliga undirskrivaður seinni í ár.
Føroyskir granskarar kunnu longu í sambandi við útboðini av verkætlanum síðst í juli í ár verða roknaðir sum granskarar úr atlimalandi, t.v.s. við somu fyritreytum sum granskarar úr ES-limalondum og hinum atlimalondunum í granskingarsáttmálanum.
Les øll tíðindini frá Uttanríkisráðnum her