FP7 kunningdagur: Matvøra, fiskivinna og biotøkni
13. september verður skipað fyri einum kunningardegi um komandi útboðið innan Matvøru, landbúnað, fiskivinnu og bio-tøkni. Á tiltakinum verður eisini skipað fyri einum sokallaðum ‘brokerage event’, har møguleiki verður at hitta nýggjar starvsfelagar innan økið.
Dagurin er byttur í tvey, har kunnað verður um nýggju arbeiðsætlanina fyri 2011 fyrrapart, og seinnaparturin er settur av til granskarar at lýsa og kjakast um møguleikar fyri samstarvi innan evnini í 2011 arbeiðsætlanini.
Ein nágreinilig skrá verður skjótt tøk.
Tað er ókeypis at luttaka, men neyðugt er tekna eg til tiltakið (áðrenn 6. september), her.
Teir granskarar, sum hava ætlanir um at lýsa teirra verkætlanarhugskot á tiltakinum, skulu gera eina framløgu við maks 4 ppt.
Hugskotið skal verða sent til Zsuzsa Antal áðrenn 30. August (zsuzsa.antal-at-tetalap.hu ella dora.groo-at-tetalap.hu)
Faldari um tiltakið er tøkur her