Gentur fótbóltur.PNG
Skriva út
Lagt út: 04.06.2018

Fótbóltsvenjing í skúlanum gevur betri heilsustøðu hjá gentum

Gentur fáa lægri blóðtrýst, størri vøddar, betri javnvág og gerast sterkari, tá skúlin setur fótbóltsvenjing og heilsuundirvísing á tímatalvuna – eisini gentur, sum ongantíð hava vant fótbólt fyrr.​​

Tað er eitt gott hugskot at brúka bóltspøl sum venjingar- og heilsuundirvísingarhátt í fólkaskúlanum. Øll børn fáa gagn av hesum; eisini tær gentur, sum ikki eru vanar at venja kropsliga. Hetta vísir granskingarverkætlanin ”11 for Health”, sum Fróðskaparsetrið, Fólkaheilsuráðið og Fótbóltssamband Føroya hava staðið fyri. Føroyski rithøvundarnir eru: May-Britt Skoradal, Elisabeth Purkhús, Maria Hammer Olsen, Hildigunn Steinholm og Magni Mohr.

Kanningin er júst almannakunngjørd í høgtmetta vísindaliga tíðarritinum Scandinavian Journal of Medicine and Science in Sports: "Kanningin vísir, at heilsufrálæra á fótbóltsvøllinum økir vøddastyrki, vøddamassa, kropsjavnvág og lækkar blóðtrýstið. Hetta hendir hjá øllum børnum, eisini hjá t.d. gentum, sum ikki hava nakrar royndir við fótbólti", sigur Magni Mohr, verkætlanarleiðari.

Fróðskaparsetrið og Fólkaheilsuráðið hava saman við Fótbóltssambandinum kannað 400 børn í 12 føroyskum skúlum. Børnini eru úr 5. flokki og fingu í 11 vikur (2x45 minuttir) heilsuundirvísing ígjøgnum frálæru úti á fótbóltsvøllinum. Evropeiska útgávan av 11 for Health konseptinum er ment av Peter Krustrup, professara á Syddansk Universitet og Magna Mohr og er fyrr roynt í Danmark har 10.000 børn eru kannað. Eisini er ein útgáva til menningarlond gjørd, sum er koyrd í 25 londum í Afrika og Suðuramerika.

Gott fyri kropsliga heilsu, sosialan trivnað og vinskap
"Kanningarnar í Danmark, Afrika og Suðuramerika vísa, at 11 for Health konseptið betrar heilsuprofilin hjá 10-12 ára gomlum børnum, betrar kognitivar førleikar og innlæring, umframt sosialan trivnað. Eisini hava vit víst, at frálæran mennir vitanina um heilsu hjá børnunum, har tey fáa betri vitan um rørslu, kost, reinføri, sálarliga heilsu og ringar vanar sum royking, rúsevni og alkohol. Í føroysku kanningini vísa vit aftrat hesum, at fótbóltssmáspøl eru inkluderandi og menna heilsuna hjá gentum við og uttan fótbóltsroyndir", sigur Magni Mohr leiðari á Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking og formaður í Fólkaheilsuráðnum.

Undirvísingin í 11 for Health ger eisini, at børnini í størri mun liva upp til tilmælini frá donsku Sundhedsstyrelsen, sum vit í Føroyum rætta okkum eftir, við 3 ferðir 30 minuttir av intensari venjing um vikuna, umframt danska fólkaskúlareformin, sum krevur dagliga rørslu í skúlanum.

"Vit hava ígjøgnum alt verkætlanartíðarskeiðið samskift við Mentamálaráðið og arbeiða nú við at fáa konseptið innført í øllum skúlum skjótast gjørligt" sigur Magni Mohr, sum staðfestir, at vit nú hava eitt konkret boð upp á heilsuundirvísing í Fólkaskúlanum, sum virkar fyri bæði gentur og dreingir; eisini teimum, sum ikki hava royndir við ítrótti.

Fleiri børn skulu upp í felagsítrótt
Granskararnir í verkætlanini vóna, at 11 for Health og líknandi skúlaítróttarkonsept kunnu vera við til at kveikja børn at vera virkin í og uttanfyri skúlan. At vera virkin í felagsítrótti er ikki bara mennandi fyri kropsligu heilsuna hjá børnunum, men mennir eisini teirra sosialu og sálarligu førleikar.

Í Danmark er 11 for Health í løtuni við at byrja í 600 nýggjum skúlum, sum merkir, at 30.000 næmingar í aldrinum 10-12 ár fáa heilsuundirvísing ígjøgnum fótbóltsspæl á tímatalvuna í 2020.

11 for Health Faroe Islands
Børnini í kanningini vóru gentur og dreingir í aldrinum 10-12 ár í 12 føroyskum skúlum. Tey vóru deild tilvildarliga í ein interventiónsbólk (292 næmingar í 9 skúlum) og ein kontrollbólk (100 næmingar í 3 skúlum).

Í interventiónsbólkinum fingu børnini heilsuundirvísing ígjøgnum fótbóltsspæl í 45 minuttir tvær ferðir um vikuna í 11. vikur. Effektin av heilsuundirvísing og fótbóltsspæli var:

* Tað systoliska blóðtrýstið fall við 6 mmHg samanborið við kontrollbólkin
* Vøddamassin vaks við 400 g samanborið við kontrollbólkin
* Kropsjavnvágin betraðist við 1.5 sekundum samanborið við kontrollbólkin
* Loplongdin øktist við 10 cm samanborið við kontrollbólkin

Kanningin staðfestir, at fótbóltsvenjing, tvinnað saman við heilsuundirvísing, er vælegnað til at betra um heilsustøðuna hjá 10-12 ára gomlum skúlabørnum og gevur eitt gott grundarlag til tíðliga at fyribyrgja lívstílssjúkum.

Genturnar í kanningini betraðu systoliskt og miðalblóðtrýst, vøddamassa, styrki og kropsjavnvág. Henda framgongd var eisini til staðar hjá umleið 90% av gentunum, sum ikki høvdu royndir við fótbólti áðrenn verkætlanina.

Kanningin varð framd við stuðli frá Fólkaheilsuráðnum, Fótbóltssambandinum, DBU og granskingareindini hjá FIFA, F-MARC.

Greinin kann lesast her

Video um kanningina er her

Hvat er 11 for Health?

* 11 for Health er eitt 11 vikurs frálæruskeið í heilsu á fótbóltsvøllinum, har børnini venja, spæla og læra.
* Verkætlanin byrjaði í 2009 í Afrika, har fótbóltsvenjing varð tvinnað saman við frálæru um reinføri, HIV, malaria og tað at drekka reint vatn.
* Í evropeisku útgávuni eru heilsuboðini serstakliga sosialur trivnaður og fyribyrging av lívsstílssjúkum.
* Dentur er lagdur á smáspøl 3 ímóti 3 á smáum vøllum.
* Smáspøl eru motiverandi og inkluderandi, tí øll børn eru við og hava nógvar bóltnertingar.
* Smáspøl geva høgan intensitet og menna tískil konditión, beinagrindsheilsu og fleiri aðrar heilsutættir.
* Samstundis mennist sosialur trivnaður, m.a. við at brúka ”rós-makkarar” har børnini skulu rósa hvørjum øðrum tvey og tvey.
* Venjingin og frálæran verður framd av lærarum í fólkaskúlanum, sum hava tikið skeið í 11 for Health. Frálæran er stýrd eftir neyvum undirvísingarmanuali.

Samband:
Magni Mohr; magnim@setur.fo; 292270