Fótbóltsvenjing er heilivágur fyri kvinnur við ov høgum blóðtrýsti
Hetta vísir nýgg føroysk gransking. Verkætlanin, har granskarar á Fróðskaparsetri Føroya, Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Landssjúkrahúsinum samstarva, vísir, at fótbóltsvenjing er líka munadygg sum heilivágur ímóti ov høgum blóðtrýsti. Haraftrat fingu kvinnurnar, sum luttóku, betri kropsligan førleika, lægri kropsfeitt og munandi sterkari beinagrind.
Magni Mohr, leiðari á Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking og verkætlanarleiðari, metir úrslitini at verða ein stórsigur til Heilsufótbóltskonseptið. Hetta er fyrstu ferð, at hann og hansara samstarvsfelagar vísa langtíðarárin av fótbóltsvenjing í einum kvinnuligum sjúklingabólki.
Í stuttum luttóku 31 kvinnur í aldrinum 35-50 ár við ov høgum blóðtrýsti í 1 ára fótbóltsvenjing, har vant varð 1 tíma 2-3 ferðir um vikuna. Úrslitini vísa, at hesin viðgerðarháttur virkar sum breiðspektraður heilivágur við jaligum árinum á blóðtrýst, feittprosent, feitt í blóðinum, beinagrindstættleika og kropsligan førleika.
”Kanningin vísir týðuliga, at kropsliga óvirknar kvinnur við ov høgum blóðtrýsti hava stórt gagn av fótbóltsvenjing, og tískil kann hesin venjingarhátturin nýtast sum viðgerð ella partur av viðgerðini av hesum sjúklingabólki” sigur Magni Mohr.
Brúka heilsufóltbólt ella líkandi bóltspøl at minka um lívstílssjúkur
Nýggju úrslitini, saman við kanningum seinastu 15 árini, vísa, at bóltspøl kunnu nýtast sum munadygg fyribyrging og viðgerð av fleri lívstílssjúkum sum t.d. hjarta-kar sjúkum og typu 2 diabetes. Samstundis er greitt, at hesin venjingarhátturin gevur eina meira breiðspektraða minkan av riskikotættum fyri hjarta-kar sjúkum og typu 2 diabetes enn traditiónel medisinsk viðgerð ger, sigur Magni Mohr.
”Bóltspøl er bæði venjing við høgan pulsi, orkukrevjandi úthaldnisvenjing og styrkivenjing, og hetta er frágreiðingin uppá, at vit síggja so breiðspektraði úrslit á heilsustøðuna hjá kropsliga óvirknum og sjúklingabólkum, sum nú fleiri enn 100 vísindaligar kanningar hava víst” sigur Magni Mohr.
”Samstundis er talan um ein venjingarhátt, sum nógv fólk tíma, og sum vit hava góðar karmar til í Føroyum, og vit hava víst í Føroyum. At hetta ber til at gjøgnumføra í verki vísa okkara kanningar eisini”, sigur Magni og vísir til samstarvsverkætlanina við Fótbóltssamband Føroya har fleiri enn 800 føroyingar tóku lut.
Kvinnurnar gjøgnumførdu 130 venjingar á 1 tíma í 1 ár
Kvinnurnar í nýggju verkætlanini vandu 2-3 ferðir um vikuna í 1 ár ella samlað 130 venjingar á 1 tíma. Vant varð úti í øllum veðri, og allar venjingar vóru ”superviseraðar”.
Samanborið við ein kropsliga óvirknan kontrolbólk, so høvdu fótbóltskvinnurnar sera jalig árin á miðalblóðtrýstið (minkan á 9 mmHg), feittvekt (minkan á 3,1 kg), feitt í blóðinum (minkan á 0,3 mmol/l), beinagrindavekt (øking á 70 g) og kropligt úthaldni (øking á 120%).
Kanningin varð framd á Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking á Fróðskaparsetrinum í samstarvi við Peter Krustrup á Syddansk Universitet og granskarar á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn. Magni Mohr, leiðari á nýggja Deplinum gleðist um, at hetta er ein depilsverkætlan har granskarar á Fróðskaparasetri Føroya, Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Landssjúkrahúsið arbeiða tætt saman. Umframt Magna Mohr eru føroysku granskararnir May-Britt Skoradal, Pál Weihe og Jann Mortensen.
Kanningin, sum er stuðlað úr Granskingargrunninum, verður almannakunngjørd í vísindaliga grein í dag í tíðarritinum Scandinavian Journal of Medicine and Science in Sports. Greinin kallast: "Broad-spectrum health improvements with one year of soccer training in inactive mildly hypertensive middle-aged women." Samandráttur kann lesast her
Høvundarnir eru: Peter Krustrup, May-Britt Skoradal, Morten Bredsgaard Randers, Pál Weihe, Jacob Uth, Jann Mortensen og Magni Mohr.
Les um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum
Les grein á SDU