Fossil av Mykinesgrynnuni í hollendskum tíðarriti
Fyri nøkrum árum síðani fekk Bjarni Jacobsen úr Sumba ein løgnan lut í gørnini, tá hann royndi við bátinum Anitu vestan úr Mykinesi. Hetta vísti seg at vera eitt steinrunnið høvd av nevhvalaslagnum Choneziphius planirostris, sum er útdeytt.
Jens-Kjeld Jensen úr Nólsoy og Klaas Post frá Natuurhistorisch Museum Rotterdam hava skrivað grein um fundið við heitinum: "On diamonds, a mammal fossil from the Faroe Islands, and the northernmost occurrence of fossil beaked whales” Greinin er útgivin í tíðarritinum Cranium, Tijdschrift van de Werkgroep pleistocene í november 2013.
Í fyrsta umfari bar ikki til at siga við vissu, hvat hetta var fyri fund. Í 2013 fekk Jens-Kjeld Jensen samband við Klaas Post frá Náttúrugripasavninum í Rotterdam og hann staðfesti, at talan var um part av nevhvalahøvdi frá hvalaslagnum Choneziphius planirostris sum livdi fyri 11.6 milliónir til 5.3 milliónir ár síðan. Hetta steinrunnað høvdið er mett at vera 8 -10 mió. ára gamalt. Høvdið vigar 3925 g. og er 445 mm. langt, men manglar ein part av nakkanum.
Hetta nevhvalaslagið livdi í tí seinnu Miocene tíðini (tað er 11.6 milliónir til 5.3 milliónir ár síðan) og er higartil bert funnið í syðra norðsjónum (Hollandi, Belgia og Onglandi). Hvalaslagið er ongantíð funnið so langt norðri sum í Føroyum fyrr. Hetta er eisini fyrstu ferð at eitt fossil av einum stórum súgdjóri er funnið við Føroyar.
Bjarni Jacobsen goymir steinrunnað høvdið í Sumba, men ein avstoyping, sum Jens-Kjeld Jensen hevur gjørt, kann síggjast á Sjósavninum.
Greinin fæst við at venda sær til Náttúrugripasavnið ella Jens-Kjeld Jensen.
Kelda: www.jenskjeld.info