Forvitnislig viðgerð fyri blóðtøpp
Hvørt ár fáa umleið 6000 norðmenn blóðtøpp í beinini. Ein nýggj ískoytisviðgerð økir munandi um sannlíkindini fyri at æðrin aftur fer at virka og minkar um vandan fyri fylgiskaðum.
Blóðtøppur í beinunum er ein vanlig sjúka, sum í helvtina av førunum kann verða lívshættislig. Viðgerðin, sum vit kanna hanan í dag, steðgar blóðtøppinum, men forðar ikki fyri at æðrarnar oyðileggjast. Ofta standast eisini fylgiskaðar av tøppinum har beinini hovna og sjúklingurin hevur nógva pínu.
Vanliga viðgerðin er við blóðtynnandi evninum marevan. Hartil brúka sjúklingarnir ofta stuðulssokkar í eini tvey ár.
Í eini verkætlan sum norska granskingarráðið stuðlar, kannar Per Morten Sandset, professari á hematologi deildini á universitetssjúkhúsinum í Oslo, saman við starvsfeløgum, um tað ger mun at geva sjúklingunum eina ískoytisviðgerð við blóðtøppssupploysandi evninum trombolyse.
Heilivágurin verður givin beinleiðis í tipta æðrin og harvið beint í blóðtøppin. Viðgerðin hevur verið brúkt á fleiri sjúkrahúsum síðan byrjanina av 90’umum, men viðgerðin er dýr, og enn hevur eingin skjalprógvað gagnligu ávirkanina av henni.
200 sjúklingar eru við í verkætlanini har helmingurin fær vanliga viðgerð og hin helmingurin ískoytisviðgerðina við trombolyse.
- Fyribils úrslitini vísa, at eftir seks mánaðum eru æðrarnar oftari opnar hjá sjúklingum, sum fáa trombolyse afturat vanligu viðgerðini, sigur Tone Enden, ið luttekur í verkætlanini. Av teimum, sum fingu ískoytisviðgerðina, høvðu 64% opnar æðrar í mun til 34%, ið fingu vanligu viðgerðina.
Granskararnir skulu nú fylgja við sjúklingunum í upp til fimm ár, fyri at kunna siga nakað við vissu um viðgerðina. Um tað vísir seg, at sjúklingarnir, sum hava fingið trombolyse, fáa færri varandi mein og hjáárin, so hava vit veruliga gjørt eitt gjøgnumbrot. Tá kunnu vit mæla til, at viðgerðin við trombolyse verður brúkt í altjóða høpi, sigur Sandset við forskning.no.
Kelda: forskning.no