c0c06a87d7bdc600bd9575ba7e88b8db.jpg
Skriva út
Lagt út: 02.05.2014

Fornminnissavnið við í altjóða víkinga ílegu-verkætlan

Vísindafólk frá Center for Geogenetik á Statens Naturhistoriske Museer í Keypmannahavn hava í vikuni vitjað Fornminnissavnið í Hoyvík.

Vitjanin er liður í samstarvi, nevndu stovnar júst eru farnir undir. Talan er um umfatandi verkætlan, sum fevnir um at staðseta ílegurnar hjá niðursetumonnunum í Útnorðri. Víkingarnir eru kendir fyri ferðirnar, teir gjørdu úr heimlondunum í Skandinaviu, og har teir spjaddust víða um lond – ferðir, ið tóku seg upp einaferð í 8. øld. Víðakendur er týdningurin, hesar fólkaflytingar fingu næstu mongu hundrað árini fyri londini, har teir settu búgv.

Fornfrøðiliga eins og søguliga finnast nógvir upplýsingar um víkingarnar, men tað er ikki altíð, at hesar heimildir geva okkum meiri ítøkiligar upplýsingar um leiðirnar, teir ferðaðust, nær hesar fóru fram, og fyri ikki at tosa um, hvussu víkingarnir samskiftu og blandaðu seg við grannafólkini.

Endamálið við vitjanini á Fornminnissavninum var at savna sýni til eina phd-verkætlan, ið ber heitið “Population Genomics of Vikings”. Evnið, verkætlanin viðgerð, er at avdúka ílegu-søguna hjá víkingum og farleiðum teirra í Útnorði í 8-12. øld. Granskararnir, ið vitjaðu savnið, vóru Ashot Margaryan, phd-lesandi, og vegleiðari hansara Morten Allentoft, ið saman við Símuni V. Arge hava valt tilfarið út.

Á Fornminnissavninum eru útvald væl varðveitt mannabein og tenn av elstu beinagrindum, ið til eru her í oyggjunum, og sum hava ligið á goymslu savnsins. Beinagrindirnar, haðani sýni vórðu tikin, stava frá trimum fornfrøðiligum rannsóknum – frá víkingaaldar grevstrinum Yviri í Trøð í Tjørnuvík, sum fór fram í 1950-árunum, úr sóknarkirkjuni í Kirkjubø í 1960-árunum, og úr kirkjuni heima á Sandi í 1969.

Í næstum fara eisini sýni at verða tikin av øðrum føroyskum beinagrindum, sum í løtuni eru til skjals á Antropologisk Laboratorium á Panum Instituttinum í Keypmannahavn – her verður serliga hugsað um mannaleivdirnar, ið stava frá víkingaaldar gravunum, funnar vóru við kirkjugarðin heima á Sandi í 1989.
Øll hesi áhugaverdu sýni verða síðani viðgjørd á Center for Geogenetik, har stovnurin hevur serligar umstøður eru fyri ílegugransking.

Granskingin av gomlum ílegum úr hesum sýnum úr Føroyum fara vónandi at geva serligt innlit í og møguleikar fyri at avdúka fleiri av spurningunum, ið tengdir eru at gátuføru ferðunum vestur í hav og áhugaverdu búseting víkinga í Útnorði.

Kelda: savn.fo