Fólk við lítlari skúlagongd fáa fleiri sjúkur
Vár Honnudóttir, fólkaheilsufrøðingur, fer nú undir eina ph.d. verkætlan, ið skal lýsa sambandið millum sosialan ójavna og álvarsligar sjúkur, ið ofta eru tengdar at lívsstíli.
Hon hevur longu fyri nøkrum árum síðani kannað, um samanhangur er millum útbúgvingarstøði og diabetes 2 í Føroyum. Hendan kanningin vísti, at fólk, ið hava gingið minni enn 10 ár í skúla, hava fýra ferðir størri váða fyri at hava diabetes 2.
- Úrslitið av kanningini um útbúgvingarstøði og diabetes 2 samsvarar væl við líknandi kanningar aðrastaðni, og nógv bendir tí á, at Føroyar ikki eru eitt so javnt samfelag, sum fleiri halda, sigur hon.
Vár Honnudótir hevur arbeitt í Fólkaheilsuráðnum í fleiri ár og hevur millum annað greinað hagtøl úr tveimum stórum kanningum av heilsuni hjá føroyingum frá 2015 og 2019.
Nú fer hon at senda út spurnarbløð til heili 8000 føroyingar í aldrinum 18 til 85 ár.
Kanningin frá 2019 og nýggja kanningin verða grundarlag undir greiningini av sambandinum millum sosialan ójavna og sjúkur, sum Vár Honnudótir fer at gera.
Les grein í Vísindavøkublaðnum um sosialan ójavna og álvarsligar sjúkur her.
Vísindavøkublaðið 2023 sæst her.