eaa1ef0a64d484a5289b897db44e4207.jpg
Skriva út
Lagt út: 15.10.2015

Fokus á norðurlendskt samstarv og meirvirði

Hósdagin 8. oktober var stór ráðstevna í Oslo í sambandi við, at NordForsk er 10 ár í ár. NordForsk er stovnur undir Norðurlandaráðnum, sum fíggjar og skipar norðurlendskt samstarv um gransking og granskingarinfrakervi.

Umleið 170 luttakarar úr granskingarumhvørvum úr øllum norðurlondum vóru savnaði i Gamle Logen í Oslo fyri at hyggja aftur á fyrstu 10 árini og samstundis at umrøða tær avbjóðingar, sum stovnurin og norðurlendska granskingarsamstarvið hava fyri framman.

Dagfinn Høybråten, aðalskrivari hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum, setti ráðstevnuna. Hann segði millum annað: “NordForsk er sum eitt felags grannalagsátak - “dugnad” -, har teir stóru aktørarnir savnast og skapa nakað saman, sum er størri enn teir einstøku stovnarnir.”

Hetta meirvirðið – umrøtt sum Nordic Added Value - gekk aftur sum reyði tráðurin í allari ráðstevnuni, har avrik higartil vóru tikin fram, og útfrá teimum varð hugt frameftir. Fyri Føroyar var tað serliga áhugavert at hoyra um góðu úrslitini í NorMer verkætlanini um tosk, sum Føroyar eru við í, og um samstarvið um heilsugransking, m.a. um tarmkrabba.

Eisini varð tosað um stórar avbjóðingar, sum granskarar og onnur síggja fyri okkum komandi tíðina. Breið semja er um, at ein tann størsta avbjóðingin er flóttafólkastøðan í Evropa. Sambært Guðrún Pétursdóttir, stjóra á Stofnun Sæmundar fróða á Háskúla Íslands, er streymurin av flóttafólki til seinastu mánaðirnar bara byrjanin til eina stóra fólkaflyting komandi árini og vit eru púra ófyrireikaði. Bæði kríggj og veðurlagbroytingar fara at ávirka bústaðarmynstur og hetta fer at leggja økt trýst á evropeisku vælferðarlondini og virðisgrundarløgini. Hetta eru mál og spurningar, sum vit í Norðurlondum mugu fara undir at arbeiða við í felag alt fyri eitt.

Norðurlendskt samstarv er lopfjøl til altjóða samstarv

NordForsk hevur hesi 10 árini sett í gongd og stuðlað fleiri framúrskarandi granskingarsamstørvum í Norðurlondum, stytt NCoE, sum hava arbeitt við stórum samfelagsligum avbjóðingum, eitt nú árin av veðurlagsbroytingum, á umhvørvis- og orkuøkinum, heilsuøkinum og úrbúgvingarøkinum. Á ráðstevnuni greiddu verkætlanarleiðarar frá, hvussu hesi granskingarsamstørv mennast og halda fram eisini aftaná, at norðurlendska fíggingin er liðug. Fleiri hava brúkt hesar royndir og netverk sum lopfjøl til víðari samstarv í Evropa við fígging frá FP7 og Horizon 2020.

Hvør sær eru londini ikki stór, men undir einum, so eru Norðurlond á einum 10. plássi í heimunum búskaparliga og 7 universitet eru við á topp 100 í Shanghai stiganum. Í mun til fólkatalið er hetta sera gott.

Tað verður tosað nógv um bæði í Norðurlondum og í Evropa, hví samstarvið í Norðurlondum eydnast so væl í mun til líknandi royndir í Evropa, sum ikki altíð ganga eins væl. Formaðurin í norska Stórtinginum Olemic Thommessen var rættiliga beinrakin, tá hann setti orð á hetta í talu, sum hann helt við veitsludøgurðan. Hann segði um fruktagóða samstarvið millum norðurlondini: “Vit eru nóg ymisk til at vera áhugaverd hjá hvørjum øðrum og nóg lík til kunna samstarva.”

Trý umboð úr Føroyum vóru við á ráðstevnuni. Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, sum er eygleiðari í NordForsk stýrinum vegna Føroyar, Maria Húsgarð, NCP-samskipari í Granskingarráðnum og Gunhild Isfeldt, lækni, sum er hevur verið eygleiðari í Nordisk Kommite for Bioetik vegna Føroyar.

Skráin fyri ráðstevnuna kann síggjast her
 
Les meira um ráðstevnuna her
 
Myndir frá ráðstevnuni eru her 

Mynd: (c) NordForsk