Kirsten Eliasen
Skriva út
Lagt út: 07.01.2021

Føroyskur granskari við til at eftirmeta norsku aliskipanina

Norski fiskimálaráðharrin Odd Emil Ingebrigtsen hevur biðið norska Granskingarráðið um at eftirmeta vísindaliga grundarlagið fyri tilmælini, sum Fiskimálaráðið fær at arbeiða við. Kirstin Eliasen, deildarleiðari á P/F Fiskaaling, er limur í serfrøðinganevndini.

Sonevnda Ferðsluljósskipanin (trafikklyssystemet) í Noregi er ein umsitingarskipan, sum kannar alivinnuna fyri laksalús, og ger áleggingar um átøk, sum byggja á kanningarúrslitini. Talan er um myndlar (modelleringar), sum simulera  spjaðing av laksalús í ymisku aliøkjunum. Alibrúkini kunnu síðani fáa reytt, gult ella grønt tilmæli. Reytt merkir, at framleiðslan skal minka; gult merkir status quo; og grønt merkir, at framleiðslan kann vaksa.

Skal meta um myndlar og metodir

Ferðsluljósskipanin skal tryggja framskygdan og burðardyggan vøkstur í alivinnuni. Skipanin, sum byggir á vísindaliga vegleiðing, er í støðugari menning, sum byggir á best møguligu vitanina.

Nú hevur so norska Granskingarráðið sett eina serfrøðinganevnd, sum skal eftirmeta hetta arbeiðið. Nevndin skal framleiða eina árliga, yvirskipaða lýsing av allari viðkomandi vitan. Ein sjálvstøðugur stýrisbólkur tryggjar dygdina í hesum arbeiðinum. Nevndin hevði fyrsta fundin t. 17. desembur 2020.

Endamálið við eftirmetingini er, at:

  • meta um brúk og vali av vísindaligum myndlum og metodum: styrkir og veikleikar, handfaring av váða og óvissum, úrslit og hagtøl; og dygdin á metingunum.
  • meta um í hvønn mun vísindaliga grundarlagið sæst aftur í tilmælunum frá stýribólkinum til Ídnaðar- og fiskimálaráðið.

Týðandi førleikar

Norska Granskingarráðið hevur lagt seg eftir at seta nevndina við persónum, ið hava hægstu vísindaligu førleikarnar, og sum ikki hava týðandi tilknýti til viðurskifti í Noregi. Tað hevur verið avgerandi fyri Granskingarráðið at seta eina nevnd, sum tekur atlit til bæði førleikar og gegni.

Hesi manna eftirmetingarnevndina:

  • Crawford Revie, professari við Universitetið í Strathclyde, Skotland, formaður
  • Anders Koed, varastjóri og professari á DTU Aqua, Danmark
  • Andre Visser, professari á DTU Aqua, Danmark
  • Dave Jackson, Dr., Marine Institute í Írlandi
  • Heather Swanson, lektari við Universitetið í Aarhus, Danmark
  • Jarno Vanhatalo, lektari við Universitetið í Helsingfors, Finnland
  • Kirstin Eliasen, deildarleiðari á Fiskaaling, Føroyar
  • Jimmy Turnbull, professari við Universitetið í Sterling, Skotland

Eftirmetingarnevndin skal lata eina fyribils meting inn áðrenn 1. juli 2021. Endaliga frágreiðingin skal handast norska Granskingarráðnum tann 30. novembur 2021.

Kirstin Eliasen er ph.d. í lívfrøði. Hon hevur starvast á Fiskaaling síðani 2013, har hon hevur drúgvar royndir frá arbeiði við laksalús. Kirstin luttekur í fleiri altjóða granskingarverkætlanum, og telist hon eitt nú millum heimsins fremstu granskarar innan fyri brúk av rognkelsum í sambandi við lúsabasan í alivinnuni.

Kelda: Fiskaaling