Føroyskt partur av stórmálmyndli
Máltøknidepilin á Fróðskaparsetri Føroya er komin við í eina stóra verkætlan, ið mennir stórmálmyndlar. Verkætlanin, ið nevnist TrustLLM, er eitt samstarv millum fleiri stovnar og universitet úr ymsum evropeiskum londum, og Máltøknidepilin í Føroyum virkar nú sum uttanhýsis samstarvspartur í verkætlanini.
TrustLLM-verkætlanin mennir stórmálmyndlar, sum fevna um stór og smá mál. Verkætlanin er miðsavnað um evropeisk mál og viðurskifti, og aðalendamálið við henni er at menna ein opnan, álítandi og sannførandi stórmálmyndil. Myndilin fevnir í fyrstu atløgu um germansk mál, eitt nú føroyskt.
Leikluturin hjá Máltøknideplinum í verkætlanini verður at savna inn føroyskar máldátur og ráðgeva í føroyskum málviðurskiftum. Úrslitið er, at føroyskt verður partur av endaliga myndlinum, sum gevur okkum í Føroyum møguleika at nýta myndilin til alskyns endamál á føroyskum.
Føroyska Annika Simonsen er ph.d.-lesandi á Háskóla Íslands, og ph.d.-verkætlan hennara er partur av TrustLLM.
Tú kanst lesa meir um TrustLLM og samstarvið her.