Uppruni Foroya Eydfinn Magnussen
Skriva út
Lagt út: 05.12.2024

Føroyskir og íslendskir menn hava ikki sama uppruna

Í nýggjari vísindaligari grein, sum Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur á Fróðskaparsetrinum, hevur skrivað saman við tveimum amerikanskum granskarum, kemur fram, at føroyskir og íslendskir menn hava ikki sama uppruna

Higartil hevur verið hildið, at menninir, sum av fyrstan tíð búsettust í Føroyum og Íslandi, høvdu sama norrøna uppruna. Men so er ikki.

- Nú vísir tað seg, at "okkara" niðursetumenn komu frá ymiskum genpuljum í Skandinavia, meðan íslendsku genotypurnar høvdu ein nógv smalari uppruna.

Tað sigur Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur á Náttúruvísindadeildini, sum saman við amerikanskum starvsfeløgum hevur gjørt kanning, sum nú er almannakunngjørd í vísindaliga tíðarritinum Frontiers. Eyðfinn hevur arbeitt saman við Allison E. Mann og Christopher R. Tillquist, granskarum.

- Hendan nýggja kanningin ber haldgóð prógv um, at føroysku niðursetumenninir hava sín uppruna frá einum fjølbroyttum hópi av fólki ymsastaðni frá í Skandinavia, meðan øðrvísi er við teimum íslendsku, sigur hann.

Føroyskir dreingir kannaðir

Kanningin byggir á tilfar frá 139 dreingjum úr Klaksvík, Trongisvági og úr Havn, sum varð savnað saman í 2004 og 2005.

Vísindafólkini ásettu genotypuna hjá hvørjum einstøkum dreingi við 12 sonevndum “short tandem repeat’ (STR) loci” á Y-kromisominum. Genotypurnar vórðu síðani bólkaðar saman við teimum mest sannlíku sokallaðu “haplobólkunum”, sum vit kenna hjá fólki ymsastaðni í Evropa í dag.

Føroysku úrslitini vórðu síðani samanborin við somu genotypur hjá 412 monnum úr Noregi, Svøríki, Danmark, Íslandi og Írlandi. Á hendan hátt funnu granskararnir fram til, hvaðani føroysku og íslendsku niðurseturfólkini komu frá.

Framkomnar greiningar av føroysku ílegunum vístu, at føroysku niðursetumenninir høvdu ein breiðan skandinaviskan uppruna, meðan íslendsku genotypurnar høvdu ein nógv smalari uppruna. 

Víkingaferðir

- Ein fjølbroyttur bólkur av monnum við skandinaviskum uppruna búsetti seg í Føroyum, meðan ein annar og meira genetiskt einsháttaður bólkur búsettist í Íslandi, sigur Eyðfinn Magnussen og leggur aftrat, at hesin munurin í ílegunum framvegis er í dag.

- Tað tykist ikki at hava verið nøkur blanding aftan á millum hesar báðar bólkarnar, hóast teir landafrøðiliga liggja tætt hvør at øðrum. Okkara úrslit vísa, at ferðingarmynstrið hjá víkingunum í Norðuratlantshavi hava verið meira fløktar, enn vit higartil hava hildið, sigur hann.

Fevnir bara um menn

- Nýggja kanningin fevnir bert um upprunan hjá føroyskum monnum. Eldri ílegukanningar hava víst, at føroyskir menn og kvinnur hava ymiskan uppruna, sigur Eyðfinn Magnussen.

- Kanningar í fyrru helvt av nullunum vístu, at føroyskir menn hava sín uppruna í Norra, meðan tær føroysku kvinnurnar koma úr bretsku oyggjunum. Orsøkin til hetta er, at norsku víkingarnir í síni tíð ikki hava siglt beinleiðis úr Norra til Føroyar, men hava fyrst siglt til bretsku oyggjarnar, har teir hava tikið kvinnur við sær til Føroyar. Hesar kvinnurnar eru so forfedrar til tær kvinnur, sum í dag liva í Føroyum, sigur hann.

Ikki fyrstu ferð

- Hetta er ikki fyrstu ferð, at náttúruvísindafólk leggja eitt klípi aftrat føroyskari søguskriving, sigur Eyðfinn Magnussen.

- Áður hava vit hildið, at fólk búsettust í Føroyum umleið ár 800 eftir Kristi føðing, men longu í 1970-árunum vísti Jóhanes Jóhansen, plantufrøðingur, við sínum kanningum á, at so einfalt var tað ikki. Hann hevði kannað, hvørjar plantur hava vaksið í Føroyum seinastu 10.000 árini, og út frá teimum kanningarúrslitinunum staðfesti hann, at vit hava havt tvær fornar búsetingar í Føroyum: Tann fyrra var um ár 600-700 eftir Krist, áðrenn víkingar komu higar. Tann seinna var um ár 850-900, tá víkingarnir komu til Føroyar.

Í 2006 vístu kolevnis14-kanningar av brendum byggkornum í útgrevstrinum heiman á Sandi, at fólk høvdu búð har í øllum førum í tveimum tíðarskeiðum, umleið ár 300-500 og eisini í ár 500-700.
 
Í 2021 vístu DNA- og kolevnis14-kanningar, sum vórðu gjørdar av tilfari av botninum á Eiðisvatni, at seyður, og harvið eisini fólk, hava hava búleikast í Føroyum longu ár 500.

Við støði í kanningum av arvastronginum hjá núlivandi føroyingum, vísti Hannes Gislason, granskari á Fróðskaparsetri Føroya, í 2024 á, at fólk hava búð í Føroyum longu í tíðarskeiðinum 50-300 eftir Krist.

- Og nú kemur so hendan nýggja ílegukanningin hjá okkum, sum vísir, at føroyskir og íslendskir menn hava ikki sama uppruna, og soleiðis er eitt klípi lagt aftrat okkara søgu, sigur Eyðfinn Magnussen.

Vísindaliga greinin kann takast niður her.

Kelda: setur.fo