Føroyskir granskarar við í grein um tarmbrunasjúkur
Títtleikin av tarmbrunasjúkum økist í Eysturevropa. Orsøkirnar til hetta eru ókendar. Føroyskir granskarar hava verið við í eini kanning av, um tað eru munir á títtleikanum á tarmbrunasjúkum í Eystur- og Vesturevropa. Ein grein um evnið er útkomin í altjóða tíðarriti. Har verður staðfest, at skrásetti títtleikin av tarmbrunasjúkum í Føroyum er nógv hægst.
Tað eru Kári R. Nielsen yvirlækni og granskari og Jóngerð Olsen sjúkrarøktarfrøðingur, bæði frá medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum, sum hava verið við i kanningararbeiðinum og við til at skriva greinina um tarmbrunasjúkur. Hetta eru sjúkur sum morbus Chrohn og Colitis. Greinin kallast ”East–West gradient in the incidence of inflammatory bowel disease in Europe: the ECCO-EpiCom inception cohort”. Hon er útgivin í tíðarritinum GUT - an International Journal of Gastroenterology and Hepatology.
Í stuttum snýr greinin seg um eina kanning av vaksandi títtleikanum av tarmbrunasjúkum í eysturevropa og samanberingar við títtleikan í Vesturevropa fyri at vita, um tað finst eitt eystur/vestur hall. Kanningin staðfestir at tað er eitt hall.
Í greinini verður staðfest, at títtleikin av tarmbrunasjúkum í Føroyum er nógv tann hægsti sambært teimum upplýsingum, sum eru tøkar í dag. Tað verður eisini staðfest, at talið er hækkað nógv seinnu árini. Mett verður, at hetta kann skyldast umhvørvisávirkan, eitt nú broyttar kostvanar, í samspæli við serligar ílegur.
Greinin kann lesast her.
GUT er 3. besta tíðarrit í heiminum innanfyri magatarmsjúkur og livursjúkur við Impact Factor 10.1.
Les um Kára R. Nielsen í Heilagrunninum