Føroyskir granskarar kunnu søkja um stuðul til arktiska gransking
Føroyskir granskarar kunnu nú søkja um stuðul til arktiskar granskingarverkætlanir á øllum fakøkjum frá Danmarks Frie Forskningsfond.
Danski granskingargrunnurin hevur boðið út 46,5 milliónir kr. til at menna arktiska gransking. Endamálið er at stuðla burðardyggari menning í Arktis við størri vitan um veðurlagsbroytingar og avleiðingar av eimum fyri lívmargfeldi, vistskipanir, mentanararv og livikor í Arktis.
Verkætlanir, ið kunnu søkja um stuðul, skulu fevna um samstarv millum granskarar frá í minsta lagi tveimum ymiskum granskingarstovnum. Danmarks Frie Forskningsfond mælir til samstarv millum granskarar á ymiskum stovnum í Grønlandi, Føroyum og Danmark. Eingi krøv verða tó sett um ríkisborgaraskap ella heimstað hjá umsøkjarum, og talan kann tí eisini verða um samstarv við granskarar uttan fyri londini í Ríkisfelagsskapinum.
Danmarks Frie Forskningsfond hevur gjørt av, at stovnar í Føroyum og Grønlandi skulu fáa sama fyrisitingarkostnað sum stovnar í Danmark. Tað merkir, at til dømis Fróðskaparsetrið fær 44 prosent i fyrisitingarkostnaði, um umsóknir frá teimum verða játtaðar.
Freistin at senda inn umsóknir um stuðul til útboðið "Arktisk gransking - Veðurlagsbroytingar og burðardygg arktisk samfeløg" er mikudagin 3. september 2025 kl. 12.
Les meira her.