f5a2f70bfdcf081d4b19951590e75a14.jpg
Skriva út
Lagt út: 03.06.2015

Føroyski fótbóltsgransking løgd fram á altjóða ráðstevnum

Magni Mohr hevur í mai mánað luttikið og lagt nýggj granskingarúrslit fram á tveimum stórum altjóða vísindaligum ráðstevnum. Kanningarnar eru m.a. framdar á Fróðskaparsetri Føroya.

Dagarnar 20. - 23. mai var World Congress of Science in Football; WCSF hildin í DGI-býnum í Keypmannahavn. Ráðstevnan varð samskipað av Københavns Universitet. Talan er um eina heimsráðstevnu í fótbóltsvísindum, sum verður hildin 4. hvørt ár. Ráðstevnan var á fyrsta sinni hildin í Liverpool í 1987 og fyri fýra árum síðani í Nagoya í Japan.

Umleið 600 granskarar úr øllum heiminum tóku lut í heimsráðstevnuni í ár. Magni Mohr helt ein av teimum 8 høvuðsfyrilestrunum um kropsliga venjing í fótbólti og stóð á odda fyri tveimum verkstovum. Onnur var um einsærisvenjing í fótbólti, har Magni Mohr saman við fyrrverandi kropsliga venjaranum hjá Manchester United, Marcello Iaia (University of Milano, Italia), løgdu sínar royndir fram við tveimum av toppliðunum (Chelsea og Manchester United) úr ensku Premier League. Hin verkstovan var um kropsliga testing og planlegging í fótbólti, har Magni Mohr saman við enska granskaranum Barry Drust (Liverpool John Moors University), sum eisini arbeiðir við enska A-landsliðinum, legði fram. Dentur var í báðum verkstovum lagdur á leiklutin hjá vísindunum í toppfótbólti í dag.

Dagin fyri heimsráðstevnuna skipaði danska fótbóltssambandið fyri ein praktiskum degi (Soccer and Science Seminar) fyri fótbóltsvenjarar, har Magni Mohr saman við fýra øðrum altjóða serfrøðingum høvdu venjingar (sí innihald og frágreiðing her). Fleiri enn 100 luttakarar úr øllum heiminum tóku lut. Til bert at lesa danska og norska grein um dagin her DK og her NO

Magni Mohr legði eisini fram á árligu amerikansku ítróttarfysiologisku ráðstevnuni American College of Sports Medicine (ACSM), sum var hildin í San Diego, USA dagarnar 26. -30. mai. ACSM er heimsins størsta ítróttarmedisinska ráðstevna, sum hevur verið hildin á hvørjum ári seinastu 62 árini.

Magni Mohr legði nýggi úrslit fram frá føroysku SOS-kanningini, sum varð stuðlað úr Granskingargrunninum, har spennandi úrslit um ymiskar fysiologiskar tillagingar í arm- og beinvøddum aftan á ymisk sløg av kropsligari venjing vóru víst. Úrslitini vísa, at vøddar í yvirkroppinum hava eitt annað fysiologiskt tillagingarmynstur enn beinvøddar. Júst hesi úrslit komu eisini alment út í vísindaligari grein í høgt metta tíðarritinum Journal of Applied Physiology í seinastu viku.

Heitið á greinini er: “Oxidative capacity and glycogen content increase more in arm than leg muscle in sedentary women after intense training”. Rithøvundar eru: Nordsborg NB, Connolly L, Weihe P, Iuliano E, Krustrup P, Saltin B, Mohr M. J Appl Physiol (1985). 2015 May 28:jap.00101.2015. doi: 10.1152/japplphysiol.00101.2015. [Epub ahead of print]

Samandráttur av greinini kann lesast her