Føroyska tilbúgvingin væl fyri til ógvisligt veður
Føroyingar eru yvirhøvur væl fyri at møta teimum avbjóðingum, ið fara at standast av ógvisligum veðri í komandi tíðum. Tað er niðurstøðan hjá granskarum, ið hava verið í Føroyum og havt fundir við løgreglufólk, bjargingarfeløg, kommunur og onnur, ið vara av tilbúgvingini, tá vanlukkur raka.
Norðurlendski granskingarstovnurin NordForsk, sum Føroyar hava fingið fullan limaskap í, stuðlar eini granskingarverkætlan um, hvussu smáu økini í norðurlondum tryggja seg móti ógvisligum veðurfyribrigdum. Verkætlanin kallast Climate Change Resilience in Small Communities in the Nordic Countries (CliCNord).
Verkætlanarleiðarin, Rico Kongsager, sigur, at kreppustýringsvenjingar í Føroyum hava víst, at føroyingar hava eina góða tilbúgving og longu fylgja fleiri av teimum tilmælum, ið granskararnir hava gjørt.
- Tey duga til dømis sera væl at tryggja hús og leysar lutir sum trampolinir og húsvognar móti illveðri. Men okkara kreppustýringsvenjingar hava kortini verið læruríkar, tí tær hava gjørt, at samskiftið og samstarvið er vorðið betri, sigur hann við nordforsk.org, sum hevur vitjað í Føroyum og skrivað fleiri greinar frá vitjanini.
Greinin á nordforsk.org um tilbúgving móti illveðri í Føroyum kann lesast her.