Føroyska sjálvstýrið er ikki í andsøgn við grundlógina
Hóast Danmark sambært grundlógini er ein eindarstatur, eru føroysku og grønlendsku sjálvstýrisskipanirnar ikki í andsøgn við grundlógina. Tað er niðurstøðan í eini grein í vísindaliga tíðarritinum Perspectives on Federalism, sum José María Lorenzo Villaverde, ph.d. í løgfrøði og granskari á Syddansk Universitet, hevur skrivað.
Greinin er úrslit av granskingarverkætlan um skipan av lóg og stovnum í Føroyum í sambandi við yvirtøkur innan ríkisfelagsskapin, sum Granskingarráðið hevur stuðlað.
Fleiri donsk vísindafólk hava sett spurnartekin við stjórnarrættarliga rótfestið hjá sjálvsstýrisskipanunum. José María Lorenzo Villaverde førir í grein síni fram, at einki stendur í grundlógini um sjálvstýrisskipanirnar, ið eru mentar parallelt við grundlógina, men ikki í stríð við hana. Hesar skipanir eru partur av eini stjórnarrættarligari rammu ella "stjórnarrættarligum blokki" í Danska Ríkinum, ið útihýsir møguleikanum fyri, at Fólkatingið einsamalt kann avtaka tær.
Verður ivi reistur um stjórnarrættarligu støðuna hjá føroysku og grønlendsku sjálvstýrisskipanunum, verður neyðugt fyrst at gera av, hvussu skipanirnar skulu endurskoðast. Í greinini verður farið niður í spurningin um, hvør hevur myndugleika at tulka donsku stjórnarskipanina, tá grundlógin ongar ásetingar hevur um tulking av lógini.
Greinin í Perspectives on Federalism hevur heitið "The Unsettled Question of the Constitutional Framework and the Interpretative Authority in the Danish Rigsfællesskab" og kann frítt lesast her.