Føroysk trúarsøga í norðurlendskum høpi
Hans Andrias Sølvará, lektari í søgu á Fróðskaparsetrinum, hevur skrivað grein í tíðarritinum Kirkehistoriske Samlinger 2012, sum júst er útkomið. Greinin ber heitið “En særlig færøsk religionshistorie i nordisk-dansk perspektiv”.
Hans Andrias Sølvará skrivar í greinini, at vekingarrørslur uttanfyri fólkakirkjuna fingu lutfalsliga stóran týdning í Føroyum. Grundgivið verður fyri, at hetta millum annað hongur saman við eini danskari fólkakirkju og føroyska málstríðnum. Meðan vekingarrørslur skjótt fóru at brúka føroyskt sum samkomumál, so bar hetta ikki eins væl til innan eina danska fólkakirkju. Hetta var við til at geva vekingarrørslunum góða undirtøku.
Greinin byggir á fyrilestur, sum Hans Andrias Sølvará helt í Aarhus í januar 2011 á seminari kallað “Dansk kirkehistorie set udefra”. Skráin og annað sæst her.
Selskabet for Danmarks Kirkehistorie gevur út tíðarritið Kirkehistoriske Samlinger, sum er útgivið síðani 1849. Les meira á heimasíðu felagsins.